einglar og deyði
21 versir um "einglar og deyði"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Kongabók 19:35 Seinna Kongabók
Somu nátt fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík.
Sálmarnir 116:15 Sálmarnir
Dýrt er tað í eygum HARRANS, táið hini heilagu Hansara doyggja.
Dániel 12:1 Dániel
„Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.
Dániel 12:2 Dániel
Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
Dániel 12:3 Dániel
Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir.
Dániel 12:4 Dániel
Og tú Dániel! Goym hesi orð og innsigla bókina inntil tíð endans! Mong skulu granska í henni, og kunnskapurin skal verða stórur.“
Dániel 12:5 Dániel
So fekk eg, Dániel, í sjón míni tveir aðrar at síggja, sum stóðu har, hvør á sínum áarbakkanum.
Dániel 12:6 Dániel
Annar teirra segði við mannin í línklæðum, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni: „Hvussu leingi verður tað, áðrenn hetta undurfulla er at enda?“
Dániel 12:7 Dániel
Tá hoyrdi eg, hvat maðurin í línklæðum segði, hann, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni; hann lyfti báðar hendur upp móti himli og svór um Hann, sum livir í allar ævir: „Tíð, tíðir og hálva tíð; og táið vald hins heilaga fólks er sorað í grund, skal alt hetta ganga út.“
Dániel 12:8 Dániel
Eg hoyrdi tað, men skilti tað ikki. So spurdi eg: „Harri! Hvat er hitt síðsta av hesum?“
Dániel 12:9 Dániel
Hann svaraði: „Far, Dániel! Tí hesi orð skulu vera goymd og innsiglað líka til tíð endans.
Dániel 12:10 Dániel
Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað.
Dániel 12:11 Dániel
Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga 1290 dagar.
Dániel 12:12 Dániel
Sælur er hann, ið bíðar og vinnur fram til 1335 dagar.
Dániel 12:13 Dániel
Men gakk tú endanum ímóti! Tú skalt hvíla og standa upp og taka við luti tínum, táið dagarnir eru at enda.“
Markus 12:25 Markus
Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli.
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið
hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið
– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!
Opinberingin 16:1 Opinberingin
Eg hoyrdi nú harða rødd úr templinum siga við hinar sjey einglarnar: „Farið og hellið úr hinum sjey vreiðiskálum Guds yvir jørðina!“
Opinberingin 22:1 Opinberingin
Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystall; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins.