einglar og demónar
13 versir um "einglar og demónar"
Versir
Síða 1 av 1Judasarbrævið 1:6 Judasarbrævið
og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið
Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!
Judasarbrævið 1:9 Judasarbrævið
Mikael yvireingil hættaði sær tó ikki, táið hann trætti við Djevulin um likam Mósesar, at leggja á hann háðandi dóm; nei, hann segði: „Harrin straffi teg!“
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið
Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.
Opinberingin 12:7 Opinberingin
Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.
Opinberingin 12:8 Opinberingin
Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
Matteus 25:41 Matteus
So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
Lukas 20:36 Lukas
Tey kunnu jú heldur ikki doyggja meir; tí tey eru einglunum lík og eru børn Guds, við tað at tey eru børn uppreisnarinnar.
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið
– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.