einaferð frelst
36 versir um "einaferð frelst"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 4:5 Filippibrævið
Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Filippibrævið 4:9 Filippibrævið
Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið
Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið
hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið
við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
Jóhannes 10:27 Jóhannes
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.
Jóhannes 10:28 Jóhannes
Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
Jóhannes 10:29 Jóhannes
Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.
Jóhannes 10:30 Jóhannes
Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“
Rómverjabrævið 11:19 Rómverjabrævið
Tú sigur kanska: „Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!“
Rómverjabrævið 11:20 Rómverjabrævið
Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast!
Rómverjabrævið 11:21 Rómverjabrævið
Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg.
Rómverjabrævið 11:22 Rómverjabrævið
Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Markus 13:13 Markus
Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 2:6 Rómverjabrævið
Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara.
Rómverjabrævið 2:7 Rómverjabrævið
Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Fyrra Korintbrævið 9:27 Fyrra Korintbrævið
nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –
Jákupsbrævið 5:20 Jákupsbrævið
hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið
Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið
Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið
Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“