ein sum stingur í bakið

32 versir um "ein sum stingur í bakið"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 41:9 Sálmarnir

„Óbótalig vanlukka hevur rakt hann – hann liggur har, kemur aldri upp aftur!“

11
Sálmarnir 55:12 Sálmarnir

Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara.

8
Sálmarnir 55:13 Sálmarnir

Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri;

8
Sálmarnir 55:14 Sálmarnir

nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín,

8
Orðtøkini 19:5 Orðtøkini

Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið talar lygn, skal ikki komast undan.

7
Jeremias 9:4 Jeremias

Varðið tykkum, hvør fyri vini sínum, og lítið ongan bróður á! Tí hvør bróðir er stórsvíkjari, og hvør vinur gongur um og baktalar.

6
Matteus 26:14 Matteus

Tá fór ein av hinum tólv, hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar

6
Matteus 26:15 Matteus

og segði: „Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?“ Tá góvu teir honum 30 seklar.

6
Matteus 26:16 Matteus

Og frá teirri stund hevði hann í huga, nær best bar til at svíkja Hann.

6
Orðtøkini 25:18 Orðtøkini

Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum.

5
Orðtøkini 26:24 Orðtøkini

Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.

5
Orðtøkini 26:25 Orðtøkini

Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!

5
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini

Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.

5
Lukas 22:47 Lukas

Meðan Hann enn talaði, kom flokkur av fólki, og hann, ið æt Judas, ein av hinum tólv, gekk undan teimum; hann nærkaðist Jesusi at kyssa Hann.

5
Lukas 22:48 Lukas

Men Jesus segði við hann: „Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!“

5
Mika 7:5 Mika

Trúgvið ongum, ið stendur tykkum nær, lítið á ongan vin! Fyri henni, sum liggur í favni tínum, mást tú varða dyr muns tíns!

4
Mika 7:6 Mika

Tí sonurin vanvirðir faðir sín, dóttirin setur seg upp móti móður síni, sonarkonan móti vermóður síni; húsfólk mansins er fíggindar hansara.

4
Jóhannes 13:18 Jóhannes

Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: „Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.“

4
Jóhannes 13:19 Jóhannes

Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.

4
Jóhannes 13:20 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.“

4
Jóhannes 13:21 Jóhannes

Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

4
Seinna Sámuelsbók 20:9 Seinna Sámuelsbók

Jóab segði nú við Amasa: „Veit tær væl við, bróðir?“ Og Jóab treiv við høgru hond í skegg Amasa at kyssa hann.

3
Seinna Sámuelsbók 20:10 Seinna Sámuelsbók

Men Amasa varðaði seg ikki fyri svørðinum, ið Jóab hevði í hini hondini; Jóab rendi tað í búk hansara, so innvølurin kom út úr honum; hann stakk hann bert hesa einu ferðina, so var hann deyður. Síðani hildu Jóab og bróðir hansara, Abisai, eftir Seba, syni Bikri.

3
Matteus 26:47 Matteus

Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins.

3
Matteus 26:48 Matteus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað – takið Hann!“

3
Matteus 26:49 Matteus

Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: „Heilur, Rabbi!“ og kysti Hann.

3
Matteus 26:50 Matteus

Jesus segði við hann: „Vinur, hví ert tú komin higar?“ Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann.

3
Seinna Sámuelsbók 3:27 Seinna Sámuelsbók

Táið nú Abner kom aftur til Hebron, tók Jóab hann avsíðis mitt í portrinum at tosa við hann í náðum; og har stakk hann hann í búkin, so hann doyði – fyri at hevna blóð Asaels, bróður síns.

2
Sálmarnir 55:20 Sálmarnir

Gud, sum frá forðum situr í hásæti, Hann skal hoyra og svara teimum – sela – teimum, ið ikki vilja verða øðrvísi, og sum ikki óttast Gud.

2
Sálmarnir 55:21 Sálmarnir

Hann* leggur hond á vinir, brýtur sáttmála sín.

2
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini

Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.

2
Orðtøkini 27:6 Orðtøkini

Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.

2