ein nýggj skepan
17 versir um "ein nýggj skepan"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Galatiabrævið 6:15 Galatiabrævið
Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur.
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Esaias 65:17 Esaias
Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug.
Jóhannes 3:3 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“
Rómverjabrævið 6:4 Rómverjabrævið
Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.
Fyrra Pætursbrævið 1:23 Fyrra Pætursbrævið
tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir!
Opinberingin 21:5 Opinberingin
Hann, sum í hásætinum sat, segði: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Og Hann segði við meg: „Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.“
Ezekiel 36:26 Ezekiel
Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið
og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið
Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið
og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!
Titusarbrævið 3:5 Titusarbrævið
frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
Seinna Pætursbrævið 3:13 Seinna Pætursbrævið
Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.
Opinberingin 21:1 Opinberingin
Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.