Egyptaland

38 versir um "Egyptaland"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 19:1 Esaias

Spádómur um Egyptaland. HARRIN fer fram á løttum skýggi og kemur til Egyptalands; gudar Egyptalands skelva fyri ásjón Hansara, og hjørtu Egypta bráðna í brósti teirra.

5
Esaias 19:2 Esaias

Eg skal øsa Egypta móti Egypta, so teir berjast, bróðir við bróður og vinur við vin, býur við bý og ríki við ríki.

5
Esaias 19:3 Esaias

Andi Egypta skal svíkja innan í teimum, og ráð teirra skal Eg gera til einkis; teir skulu leita til avgudarnar og gandakallarnar, til teirra, sum mana upp deyð, og til spámenninar.

5
Esaias 19:4 Esaias

Eg skal geva Egyptaland hørðum harra í hendur, grummur kongur skal valda yvir teimum – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.

5
Esaias 19:5 Esaias

Vatnið í sjónum skal svinna burtur, áin skal grynnast og torna heilt upp.

5
Esaias 19:6 Esaias

Áirnar skulu stinka, streymar Egyptalands skulu minka og torna upp, rør og sev skulu følna.

5
Esaias 19:7 Esaias

Grasfløturnar fram við Nilá, á áarbakkanum, og alt dyrkilendið við ánna, skal torna upp, oyðast og hvørva.

5
Esaias 19:8 Esaias

Fiskimenninir suffa og syrgja, allir teir, ið kasta niður ongul á Nilá; teir, ið seta garn á vatninum, eru mótfalnir.

5
Esaias 19:9 Esaias

Til skammar verða tey, sum virka lín, og tey, sum veva fínt, hvítt toy.

5
Esaias 19:10 Esaias

Grundstólpar landsins eru niðurbrotnir; angist grípur øll tey, sum arbeiða fyri løn.

5
Esaias 19:11 Esaias

Einki uttan dárar eru høvdingarnir í Zoan; hinir vísastu ráðgevarar Faraos geva einki uttan býtt ráð. – Hvussu kunnu tit siga við Farao: „Eg eri ættaður frá vísmonnum, eg eri sonur kongarnar í forðum!“

5
Esaias 19:12 Esaias

Ja, hvar eru vísmenn tínir! – Lat teir kunngera tær og lata teg vita, hvat HARRIN Gud herskaranna ætlar at gera við Egyptaland!

5
Esaias 19:13 Esaias

Nei, dárar eru høvdingarnir í Zoan vorðnir, høvdingarnir í Nof eru sviknir; teir, ið vóru hornsteinar ættanna í Egyptalandi, hava fingið tað at villast.

5
Esaias 19:14 Esaias

HARRIN hevur givið teimum svimbulsanda; teir hava leitt Egyptaland á skeiva leið í øllum, tað ger, eins og drukkin maður sløðrar um í spýggju síni.

5
Esaias 19:15 Esaias

Einki skal eydnast Egyptalandi – hvat tað so ger – tað veri høvur ella hali, pálmi ella sev, ið ger tað!

5
Esaias 19:16 Esaias

Tann dag skal Egyptaland vera sum kvinnur; angist og ræðsla skal grípa tað fyri upplyftu hond HARRANS Guds herskaranna, sum Hann reiggjar móti tí.

5
Esaias 19:17 Esaias

Judaland skal vera Egyptalandi ræðsla; hvørja ferð onkur minnir tey um tað, skulu tey skelva fyri ráðnum, ið HARRIN Gud herskaranna hevur lagt móti teimum.

5
Esaias 19:18 Esaias

Tann dag skulu fimm býir í Egyptalandi tala tungumál Kána’ans og svørja um HARRAN Gud herskaranna; hvør teirra skal kallast undirgangsbýur.

5
Esaias 19:19 Esaias

Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.

5
Esaias 19:20 Esaias

Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey.

5
Esaias 19:21 Esaias

HARRIN skal gera Seg kunnigan fyri Egyptalandi, og Egyptar skulu tann dag læra HARRAN at kenna; teir skulu tæna Honum við sláturofri og matofri, teir skulu gera HARRANUM lyfti og halda tey.

5
Esaias 19:22 Esaias

HARRIN skal sláa Egyptaland – sláa og grøða; og táið tey venda við til HARRAN, skal Hann bønhoyra og grøða tey.

5
Esaias 19:23 Esaias

Tann dag skal lagdur vegur vera úr Egyptalandi til Assýria; Assýringar skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assýria, og Egyptaland skal tæna HARRANUM saman við Assýria.

5
Esaias 19:24 Esaias

Tann dag skal Ísrael vera sjálvurtriði, saman við Egyptalandi og Assýria – vera signing mitt á jørðini,

5
Esaias 19:25 Esaias

sum HARRIN Gud herskaranna signar við hesum orðum: Signað veri Egyptaland, fólk Mítt, Assýria, handaverk Mítt, og Ísrael, arvur Mín!

5
Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók

Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,

2
Fyrsta Mósebók 47:18 Fyrsta Mósebók

So gekk nú hetta árið. Men árið eftir komu tey aftur til hansara og søgdu við hann: „Vit vilja ikki dylja fyri harra mínum, at peningurin er uppi, og kríatúrini, ið vit áttu, hevur harri mín fingið, so at nú er einki eftir at lata harra mín fáa uttan kroppar okkara og jørð okkara!

2
Fyrsta Mósebók 47:19 Fyrsta Mósebók

Skulu vit tá ganga til grundar fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara! Keyp okkum og jørð okkara fyri breyð, so skulu vit við jørð okkara vera trælir hjá Farao! Gev okkum tá frækorn, so vit kunnu liva og ikki doyggja, og jørðin ikki skal leggjast í oyði!“

2
Fyrsta Mósebók 47:20 Fyrsta Mósebók

So keypti Jósef Farao alla jørðina í Egyptalandi; tí Egyptarnir seldu hvør jørð sína, av tí at hungursneyðin noyddi teir. Soleiðis varð landið ogn Faraos.

2
Fyrsta Mósebók 47:21 Fyrsta Mósebók

Og fólkið gjørdi hann til trælir hansara í øllum Egyptalandi, úr enda í enda.

2
Fyrsta Mósebók 47:22 Fyrsta Mósebók

Bert jørðina hjá prestunum keypti hann ikki; tí Farao hevði givið prestunum fastar inntøkur, og teir livdu av teimum føstu inntøkum, Farao hevði givið teimum; tí seldu teir ikki jørð sína.

2
Fyrsta Mósebók 47:23 Fyrsta Mósebók

Síðani segði Jósef við fólkið: „Nú havi eg keypt tykkum og jørð tykkara til Farao; hyggið, her hava tit frækorn, sáið nú akrarnar!

2
Fyrsta Mósebók 47:24 Fyrsta Mósebók

Men av grøðini skulu tit lata fimting til Farao, og hinar fýra partarnar skulu tit hava til frækorn í akrar tykkara og til føði fyri tykkum og tey, ið hjá tykkum eru, til føði fyri børn tykkara.“

2
Fyrsta Mósebók 47:25 Fyrsta Mósebók

Tey svaraðu: „Tú eigur lívið í okkum! Lat okkum finna náði fyri eygum harra míns, so skulu vit vera trælir hjá Farao!“

2
Fyrsta Mósebók 47:26 Fyrsta Mósebók

– Soleiðis gjørdi Jósef tað til eina viðtøku, sum enn í dag stendur við makt í Egyptalandi, at Farao skal hava fimting; bert jørðin hjá prestunum varð ikki ogn Faraos.

2
Esaias 31:1 Esaias

Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali – men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.

2
Esaias 36:6 Esaias

Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann.

2
Ápostlasøgan 7:22 Ápostlasøgan

Móses varð so lærdur upp í øllum vísdómi Egypta, og megi var í orðum og verkum hansara.

2