egosentur

35 versir um "egosentur"

Versir

Síða 1 av 1
Filippibrævið 2:1 Filippibrævið

Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn,

7
Filippibrævið 2:2 Filippibrævið

so gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan,

7
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið

einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,

7
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið

og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!

7
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið

Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!

7
Filippibrævið 2:6 Filippibrævið

Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds;

7
Filippibrævið 2:7 Filippibrævið

nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.

7
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið

Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.

7
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið

Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,

7
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið

fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,

7
Jóhannes 5:30 Jóhannes

Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.

6
Jóhannes 5:31 Jóhannes

Vitni Eg um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín ikki sannur.

5
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini

Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.

4
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið

Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!

4
Markus 10:17 Markus

Táið Hann tá fór út á vegin, kom ein rennandi, fall á knæ fyri Honum og spurdi Hann: „Góði Meistari, hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“

3
Markus 10:18 Markus

Jesus segði við hann: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.

3
Jóhannes 8:28 Jóhannes

Jesus segði tá: „Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg.

3
Fyrra Pætursbrævið 5:5 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.

3
Seinna Krønikubók 36:9 Seinna Krønikubók

Jójakin var 18 ár, táið hann gjørdist kongur, og 3 mánaðir og 10 dagar stýrdi hann í Jerusalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.

2
Seinna Krønikubók 36:10 Seinna Krønikubók

Táið árið var at enda, sendi Nebukadnezar kongur menn og læt flyta hann til Bábel, og við honum hini dýru íløtini í húsi HARRANS; og hann gjørdi Zedekias, bróður hansara, til kong yvir Juda og Jerusalem.

2
Seinna Krønikubók 36:11 Seinna Krønikubók

Zedekias var 21 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem.

2
Seinna Krønikubók 36:12 Seinna Krønikubók

Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS Guds hansara; hann eyðmýkti seg ikki fyri Jeremiasi profeti, sum talaði orð av munni HARRANS.

2
Seinna Krønikubók 36:13 Seinna Krønikubók

Eisini fall hann frá Nebukadnezar kongi, sum hevði latið hann gera eið um Gud; og hann var treiskur og gjørdi hjarta sítt hart, so hann vendi ikki við til HARRAN Gud Ísraels.

2
Seinna Krønikubók 36:14 Seinna Krønikubók

Allir høvdingarnir millum prestarnar og fólkið misbrutu seg eisini stórliga og fylgdu eftir teimum viðurstyggiligu siðum alra heidningafólkanna; og hús HARRANS í Jerusalem, tað, sum Hann hevði halgað, gjørdu teir óreint.

2
Seinna Krønikubók 36:15 Seinna Krønikubók

Árla og síðla sendi HARRIN Gud fedra teirra teimum orð Síni við sendiboðum Sínum; tí Honum tykti synd í fólki og bústaði Sínum.

2
Seinna Krønikubók 36:16 Seinna Krønikubók

Men tey spottaðu sendiboð Guds, vanvirdu orð Hansara og háðaðu profetar Hansara – inntil vreiði HARRANS móti fólki Hansara tók so til, at ikki beyð tí bøtur.

2
Seinna Krønikubók 36:17 Seinna Krønikubók

Hann læt kaldearakongin koma ímóti teimum; hann drap teir ungu hjá teimum við svørði í heilaga húsi teirra og spardi hvørki unglinga ella moyggj, hvørki gamlan ella gráhærdan; øll gav Hann í hendur hansara.

2
Seinna Krønikubók 36:18 Seinna Krønikubók

Øll íløtini í húsi Guds, bæði stór og smá, skattirnar í húsi HARRANS og skattir kongsins og høvdinga hansara – alt flutti hann til Bábel.

2
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini

Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.

2
Orðtøkini 22:4 Orðtøkini

Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.

2
Orðtøkini 29:23 Orðtøkini

Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður.

2
Lukas 10:16 Lukas

Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.“

2
Jóhannes 14:28 Jóhannes

Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: „Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.“ – Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg.

2
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið

Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.

2
Jákupsbrævið 4:8 Jákupsbrævið

Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!

2