egg

16 versir um "egg"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 10:14 Esaias

hond mín greip eftir góðsi tjóðanna sum eftir fuglareiðri; og sum ein sankar egg, ið fuglurin er flogin av, havi eg sankað øll lond á jørðini, og ikki ein var, sum rørdi vongin ella læt upp nevið og hvein.“

18
Fimta Mósebók 22:6 Fimta Mósebók

Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar;

9
Fimta Mósebók 22:7 Fimta Mósebók

mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi.

9
Lukas 11:12 Lukas

ella – táið hann biður um egg – geva honum skorpión!

8
Job 39:14 Job

Kanst tú líta á hann, fyri tað at hann er so sterkur, og kanst tú líta honum til at gera arbeiði títt!

7
Esaias 59:5 Esaias

Ormaegg klekja tey út, og eiturfon veva tey; tann, ið etur av eggum teirra, doyr, og verður eitt teirra kroyst sundur, skríður eiturormur úr tí.

6
Job 6:6 Job

Hvør man eta tað, sum einki salt er í! Smakkar eggjahvíti væl!

2
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir

Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.

2
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir

Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.

2
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir

Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.

2
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir

Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.

2
Jeremias 17:11 Jeremias

Sum akurhøna, ið liggur á eggum, sum hon ikki hevur vorpið, er tann, ið vinnur ríkidømi, men ikki við rætti; á hálvum aldri noyðist hann at fara frá tí, og við enda lívsins stendur hann sum dári.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 11:25 Jóhannes

Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.

2
Jóhannes 11:26 Jóhannes

Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2