eg vil ongantíð fara frá tær ella svíkja teg

16 versir um "eg vil ongantíð fara frá tær ella svíkja teg"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók

Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“

5
Fimta Mósebók 31:8 Fimta Mósebók

HARRIN – Hann, sum gongur á odda hjá tær – Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!“

5
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –

5
Josva 1:5 Josva

Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.

3
Josva 1:9 Josva

Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

3
Fyrsta Mósebók 28:15 Fyrsta Mósebók

Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær.“

2
Fyrra Krønikubók 28:20 Fyrra Krønikubók

So segði Dávid við son sín Sálomo: „Ver hugreystur og sterkur og far undir verkið, óttast ikki og ver ikki ræddur! Tí Gud HARRIN, Gud mín, er við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki venda tær bakið, inntil alt arbeiðið viðvíkjandi tænastuni í húsi HARRANS er fullført.

2
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

2
Esaias 41:11 Esaias

Teir skulu verða til spott og skomm, allir, ið eru hatskir á teg; teir skulu verða til einkis og ganga til grundar, menninir, sum eru ímóti tær.

2
Esaias 41:12 Esaias

Tú skalt leita eftir teimum og ikki finna teir, menninar, ið kjakaðust við teg; teir skulu verða til einkis, menninir, ið herja á teg; endi skal verða á teimum.

2
Esaias 41:13 Esaias

Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: „Óttast ikki! Eg hjálpi tær!“

2
Matteus 28:20 Matteus

og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“

2
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

2
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

2
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið

so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“

2
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið

Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.

2