dýrd Guds
29 versir um "dýrd Guds"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Seinna Korintbrævið 3:18 Seinna Korintbrævið
Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.
Esaias 60:1 Esaias
Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær.
Esaias 42:8 Esaias
Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!
Jóhannes 11:40 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið
Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið
og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Onnur Mósebók 24:17 Onnur Mósebók
og fyri eygum Ísraelsmanna var dýrd HARRANS at síggja sum oyðandi eldur á fjalstindinum.
Onnur Mósebók 33:18 Onnur Mósebók
Tá segði Móses: „Lova mær tá at síggja dýrd Tína!“
Onnur Mósebók 40:34 Onnur Mósebók
Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið;
Onnur Mósebók 40:35 Onnur Mósebók
Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 72:19 Sálmarnir
Og lovað veri dýra navn Hansara í allar ævir! – Øll jørðin skal verða full av dýrd Hansara. Amen, amen!
Esaias 58:8 Esaias
Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
Habakkuk 2:14 Habakkuk
Tí jørðin skal verða full av kunnskapi um dýrd HARRANS, eins og havsdjúpið er fult av vatni.
Jóhannes 1:14 Jóhannes
Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóhannes 17:4 Jóhannes
Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.
Jóhannes 17:5 Jóhannes
Og, Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
Rómverjabrævið 11:36 Rómverjabrævið
– Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.
Efesusbrævið 1:17 Efesusbrævið
at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
Efesusbrævið 1:18 Efesusbrævið
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
Efesusbrævið 1:19 Efesusbrævið
og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva – soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar,
Efesusbrævið 1:20 Efesusbrævið
sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli,
Efesusbrævið 1:21 Efesusbrævið
høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi.
Kolossibrævið 1:27 Kolossibrævið
Tí teimum vildi Gud kunngera, hvussu ríkt í dýrd tað er millum heidningarnar, hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar.
Hebrearabrævið 1:3 Hebrearabrævið
Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
Opinberingin 21:11 Opinberingin
Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur.