dygd í talu

16 versir um "dygd í talu"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 2:1 Fyrra Korintbrævið

Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds.

7
Fyrra Korintbrævið 2:2 Fyrra Korintbrævið

Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.

7
Fyrra Korintbrævið 2:3 Fyrra Korintbrævið

Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan.

7
Fyrra Korintbrævið 2:4 Fyrra Korintbrævið

Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft,

7
Fyrra Korintbrævið 2:5 Fyrra Korintbrævið

fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.

7
Fyrra Korintbrævið 2:6 Fyrra Korintbrævið

Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis.

7
Fyrra Korintbrævið 2:7 Fyrra Korintbrævið

Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd.

7
Fyrra Korintbrævið 2:8 Fyrra Korintbrævið

Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar.

7
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið

Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“

7
Fyrra Korintbrævið 2:10 Fyrra Korintbrævið

Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds.

7
Fyrra Korintbrævið 2:11 Fyrra Korintbrævið

Hvat menniskja veit, hvat í menniskjanum býr, uttan andi menniskjans, sum í tí er! Soleiðis veit heldur eingin, hvat í Gudi býr, uttan Andi Guds.

7
Fyrra Korintbrævið 2:12 Fyrra Korintbrævið

Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi.

7
Fyrra Korintbrævið 2:13 Fyrra Korintbrævið

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.

7
Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið

Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.

7
Fyrra Korintbrævið 2:15 Fyrra Korintbrævið

Men hin andaligi dømir um alt; sjálvur verður hann dømdur av ongum.

7
Fyrra Korintbrævið 2:16 Fyrra Korintbrævið

Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar.

7