dua

13 versir um "dua"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 3:16 Matteus

Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann.

11
Matteus 3:17 Matteus

Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“

11
Lukas 3:21 Lukas

Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist,

5
Lukas 3:22 Lukas

og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.“

5
Fyrsta Mósebók 8:11 Fyrsta Mósebók

Móti kvøldi kom dúvan aftur til hansara og hevði tá í nevinum grønt blað av oljutræi; tá skilti Nóa, at vatnið var svunnið burtur av jørðini.

4
Fyrsta Mósebók 8:10 Fyrsta Mósebók

Hann steðgaði nú sjey dagar aftrat og sendi so eina ferð enn dúvuna út úr ørkini.

2
Sálmarnir 55:6 Sálmarnir

Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg.

2
Hásongurin 1:15 Hásongurin

„Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur.“

2
Hoseas 7:11 Hoseas

Efra’im er vorðin sum tápulig dúva, hevur einki skil; teir rópa eftir Egyptalandi, leita til Assur.

2
Matteus 10:16 Matteus

Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur!

2
Markus 1:10 Markus

Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann;

2
Lukas 2:24 Lukas

og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.

2
Jóhannes 1:32 Jóhannes

Og Jóhannes vitnaði og segði: „Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum.

2