døtur

30 versir um "døtur"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 144:12 Sálmarnir

– so synir okkara kunnu verða sum hávaksnar plantur í ungdóminum, døtur okkara sum hornsúlur, høgdar sum til høll,

4
Ezekiel 16:44 Ezekiel

Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: „Sum móðir, so dóttir!“

4
Markus 5:34 Markus

Tá segði Hann við hana: „Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!“

4
Rutt 3:10 Rutt

Tá segði hann: „HARRIN signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður – at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum!

3
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

3
Esaias 32:9 Esaias

Upp, tit tryggu kvinnur, hoyrið, hvat eg sigi! Tit óhygnu døtur, lurtið eftir talu míni!

3
Seinna Korintbrævið 6:18 Seinna Korintbrævið

„og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“

3
Fyrsta Mósebók 19:30 Fyrsta Mósebók

Lot fór nú úr Zoar niðan í fjøllini og varð búgvandi har við báðum døtrum sínum; tí hann tordi ikki at verða verandi í Zoar; hann búði í einum helli, hann og báðar døtur hansara.

2
Fyrsta Mósebók 19:31 Fyrsta Mósebók

Tann eldra segði tá við ta yngru: „Pápi er gamal, og her er eingin maður í landinum, sum kann koma inn til okkara, sum siður er í allari verðini.

2
Fyrsta Mósebók 19:32 Fyrsta Mósebók

Kom, lat okkum geva pápa vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“

2
Fyrsta Mósebók 19:33 Fyrsta Mósebók

So góvu tær faðir sínum vín at drekka ta náttina, og tann eldra fór inn og legði seg hjá faðir sínum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.

2
Fyrsta Mósebók 19:34 Fyrsta Mósebók

Dagin eftir segði tann eldra við ta yngru: „Í nátt lá eg hjá pápa; lat okkum eisini í nátt geva honum vín at drekka, og far tú so inn og legg teg hjá honum – so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“

2
Fyrsta Mósebók 19:35 Fyrsta Mósebók

So góvu tær uppaftur ta náttina faðir sínum vín at drekka, og tann yngra fór og legði seg hjá honum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.

2
Fyrsta Mósebók 19:36 Fyrsta Mósebók

So vórðu tá báðar døtur Lot við barn við faðir sínum.

2
Fyrsta Mósebók 19:37 Fyrsta Mósebók

Tann eldra átti ein son, sum hon gav navnið Móab; hann er ættarfaðir at Móabitum, sum eru til enn í dag.

2
Fyrsta Mósebók 19:38 Fyrsta Mósebók

Tann yngra átti eisini ein son, og hon gav honum navnið Ben-Ammi; hann er ættarfaðir at Ammonitum, sum eisini eru til enn í dag.

2
Fjórða Mósebók 30:3 Fjórða Mósebók

„Táið maður ger HARRANUM lyfti ella svør eið, sum hann bindur seg við til fráhald í einum ella øðrum, so skal hann ikki bróta orð sítt; alt tað, ið hann hevur sagt, skal hann gera.

2
Fjórða Mósebók 30:4 Fjórða Mósebók

Táið kvinna, meðan hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum, ger HARRANUM lyfti ella bindur seg til fráhald í onkrum,

2
Fjórða Mósebók 30:5 Fjórða Mósebók

og faðir hennara fær at hoyra um lyfti hennara ella tað, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, men tegir til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við makt.

2
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir

Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.

2
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir

Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.

2
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir

Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.

2
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini

Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.

2
Esaias 4:4 Esaias

– táið Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zion og skolað blóðskyldina av Jerusalem við dómsanda og reinsanaranda.

2
Esaias 49:22 Esaias

So sigur Harrin HARRIN: Eg skal lyfta hond Míni til heidningarnar og reisa merki Mítt fyri fólkasløgunum, og tey skulu koma við sonum tínum í favninum, og døtur tínar skulu tey bera á økslini.

2
Lukas 12:53 Lukas

Tey skulu liggja í stríði, faðir við son, og sonur við faðir, móðir við dóttur, og dóttir við móður, vermóðir við sonarkonu, og sonarkona við vermóður.“

2
Ápostlasøgan 21:8 Ápostlasøgan

Dagin eftir fóru vit haðani og komu til Kesarea. Har fóru vit inn hjá Filip evangelisti – sum var ein av hinum sjey – og vórðu hjá honum.

2
Ápostlasøgan 21:9 Ápostlasøgan

Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Gomlum manni mást tú ikki seta harðliga at, men áminna hann sum faðir, ungar menn sum brøður,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:2 Fyrra Timoteusarbrævið

gamlar kvinnur sum møður, ungar sum systrar – í øllum reinleika!

2