drongurin sum datt úr vindeyganum
6 versir um "drongurin sum datt úr vindeyganum"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 20:9 Ápostlasøgan
Í vindeyganum sat ungur maður, ið æt Eutykus; hann var fast sovnaður, við tað at Paulus talaði so leingi. Svøvnurin hevði slíkt vald á honum, at hann datt niður av triðju hædd og varð tikin upp deyður.
Ápostlasøgan 20:10 Ápostlasøgan
Tá fór Paulus oman, kastaði seg yvir hann, tók tvørtur um hann og segði: „Haldið ongan gang! Sálin er í honum.“
Ápostlasøgan 20:7 Ápostlasøgan
Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at bróta breyðið, og Paulus helt samtalur við teir, við tað at hann dagin eftir ætlaði at fara haðani. Hann helt á at tala líka til midnátt.
Ápostlasøgan 20:8 Ápostlasøgan
Nógvar lampur vóru í salinum í erva, har vit vóru savnað.
Ápostlasøgan 20:11 Ápostlasøgan
So fór hann upp aftur og breyt breyðið og át av tí. Síðani talaði hann leingi við tey enn, líka inntil lýsti; tá fór hann avstað.
Ápostlasøgan 20:12 Ápostlasøgan
Men tey komu upp við hinum unga manni livandi og vóru ikki lítið troystað.