dreymarar
64 versir um "dreymarar"
Versir
Síða 1 av 2Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan
„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.
Fjórða Mósebók 12:6 Fjórða Mósebók
Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.
Fimta Mósebók 13:1 Fimta Mósebók
„Táið profetur stígur fram ímillum tykkara, ella ein, ið hevur dreymar, og hann kunnger tær tekin ella undur
Fimta Mósebók 13:2 Fimta Mósebók
– og tekinið ella undrið, ið hann hevur tosað við teg um, hendir – og hann samstundis sigur: „Latið okkum halda okkum til aðrar gudar“ – slíkar, sum tú ikki kennir – „og latið okkum dýrka teir!“
Fimta Mósebók 13:3 Fimta Mósebók
tá mást tú ikki lurta eftir tí, ið hesin profetur sigur, ella eftir honum, ið dreymin hevði; tí HARRIN Gud tykkara roynir tykkum fyri at fáa at vita, um tit elska HARRAN Gud tykkara av øllum hjarta tykkara og allari sál tykkara.
Prædikarin 5:7 Prædikarin
Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum!
Judasarbrævið 1:8 Judasarbrævið
Tó gera eisini hesi á sama hátt: Tey ganga í dreymum, dálka holdið, vanvirða harradømi og spotta dýrdir.
Fyrsta Mósebók 40:8 Fyrsta Mósebók
Teir svaraðu: „Vit hava droymt, og eingin er, sum kann týða tað!“ Tá segði Jósef við teir: „Hoyrir tað ikki Gudi til at týða dreymar! – Latið meg hoyra tað, ið tit hava droymt!“
Job 33:15 Job
Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda,
Prædikarin 5:3 Prædikarin
Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
Dániel 1:17 Dániel
Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.
Dániel 2:28 Dániel
Men Gud er í Himli, sum opinberar loyndardómar, og Hann hevur kunngjørt Nebukadnezar kongi tað, ið henda skal á síðstu døgum. – Hetta var dreymurin, og hetta vóru sjónirnar, ið fram fyri teg komu á legu tíni:
Dániel 4:5 Dániel
Tá hevði eg dreym, ið loypti ræðslu á meg; hugsanirnar á legu míni og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, ræddu meg.
Matteus 2:13 Matteus
Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“
Matteus 27:19 Matteus
Men meðan hann sat á dómarastólinum, sendi kona hansara honum boð og læt siga: „Hav einki við henda rættvísa at gera! Tí eg havi í dag liðið nógv í dreymi fyri Hansara skuld.“
Ápostlasøgan 10:1 Ápostlasøgan
Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri herliðinum, ið kallaðist hitt italska.
Ápostlasøgan 10:2 Ápostlasøgan
Hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud.
Ápostlasøgan 10:3 Ápostlasøgan
Hann sá skilliga í sjón um níggjunda tíman á deginum eingil Guds, sum kom inn til hansara og segði við hann: „Kornelius!“
Ápostlasøgan 10:4 Ápostlasøgan
Hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: „Hvat er tað, harri?“ Hann segði við hann: „Bønir tínar og olmussur tínar eru stignar upp, so at Gud minnist tær!
Ápostlasøgan 10:5 Ápostlasøgan
Send nú nakrar menn til Joppe og fá til tín ein Símun, sum hevur tilnavnið Pætur!
Ápostlasøgan 10:6 Ápostlasøgan
Hann heldur til hjá garvara, ið eitur Símun, og sum hevur hús við sjógvin.“
Ápostlasøgan 10:7 Ápostlasøgan
Táið nú eingilin, ið tosaði við hann, var farin frá honum, kallaði hann til sín tveir av tænarum sínum og ein hermann, ið óttaðist Gud – ein av teimum, ið altíð vóru um hann –
Ápostlasøgan 10:8 Ápostlasøgan
og segði teimum tað alt samalt og sendi teir til Joppe.
Ápostlasøgan 10:9 Ápostlasøgan
Men dagin eftir, meðan hesir vóru á veg og nærkaðust býnum, fór Pætur um sætta tíman upp á takið at biðja.
Ápostlasøgan 10:10 Ápostlasøgan
Hann varð tá ógvuliga svangur og vildi hava at eta. Meðan tey nú gjørdu tað til, fall hann í burturrykking.
Ápostlasøgan 10:11 Ápostlasøgan
Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina.
Ápostlasøgan 10:12 Ápostlasøgan
Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins.
Ápostlasøgan 10:13 Ápostlasøgan
Rødd ljóðaði til hansara: „Reis teg, Pætur, drep og et!“
Ápostlasøgan 10:14 Ápostlasøgan
Men Pætur svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.“
Ápostlasøgan 10:15 Ápostlasøgan
Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“
Ápostlasøgan 10:16 Ápostlasøgan
Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals.
Ápostlasøgan 10:17 Ápostlasøgan
Meðan Pætur nú ikki visti, hvat hann skuldi hugsa um hesa sjón, ið hann hevði sæð, hvat hon mundi hava at týða, tá stóðu menninir, ið Kornelius hevði sent, fyri portrinum; teir høvdu spurt seg fram til hús Símunar.
Ápostlasøgan 10:18 Ápostlasøgan
Teir róptu og spurdu, um Símun, sum hevði tilnavnið Pætur, helt til har.
Ápostlasøgan 10:19 Ápostlasøgan
Meðan Pætur nú hugsaði um sjónina, segði Andin við hann: „Tríggir menn leita eftir tær.
Ápostlasøgan 10:20 Ápostlasøgan
Reis teg, far oman og far við teimum uttan at ivast! Tí Eg havi sent teir.“
Ápostlasøgan 10:21 Ápostlasøgan
So fór Pætur oman til menninar og segði: „Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?“
Ápostlasøgan 10:22 Ápostlasøgan
Teir svaraðu: „Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heilagum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.“
Ápostlasøgan 10:23 Ápostlasøgan
Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum.
Ápostlasøgan 10:24 Ápostlasøgan
Næsta dagin komu teir til Kesarea. Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman.
Ápostlasøgan 10:25 Ápostlasøgan
Táið Pætur nú kom inn, fór Kornelius ímóti honum, fall niður fyri føtur hansara og tilbað hann.
Ápostlasøgan 10:26 Ápostlasøgan
Men Pætur reisti hann upp og segði: „Reis teg! Eisini eg eri menniskja!“
Ápostlasøgan 10:27 Ápostlasøgan
Og samtalandi við hann fór hann inn; har fann hann mong samankomin.
Ápostlasøgan 10:28 Ápostlasøgan
Hann segði við tey: „Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara; men mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint.
Ápostlasøgan 10:29 Ápostlasøgan
Tí setti eg meg heldur ikki ímóti at koma, táið eg fekk boð. Og nú spyrji eg tykkum: Av hvørji grund hava tit sent boð eftir mær?“
Ápostlasøgan 10:30 Ápostlasøgan
Tá svaraði Kornelius: „Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær.
Ápostlasøgan 10:31 Ápostlasøgan
Hann segði: „Kornelius! Bøn tín er hoyrd, og olmussur tínar eru í minni fyri ásjón Guds.
Ápostlasøgan 10:32 Ápostlasøgan
Send tí boð til Joppe og lat Símun, sum hevur tilnavnið Pætur, kalla til tín! Hann heldur til í húsi Símunar garvara við sjógvin; hann skal tala til tín, táið hann kemur.“
Ápostlasøgan 10:33 Ápostlasøgan
Tí sendi eg við tað sama boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Og nú eru vit øll stødd her fyri ásjón Guds at hoyra alt, ið tú hevur fingið boð um av Harranum.“
Ápostlasøgan 10:34 Ápostlasøgan
Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,
Ápostlasøgan 10:35 Ápostlasøgan
men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.