dreymar og sjónir

6 versir um "dreymar og sjónir"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan

„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

3
Fjórða Mósebók 12:6 Fjórða Mósebók

Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.

2
Job 33:15 Job

Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda,

2
Orðtøkini 29:18 Orðtøkini

Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina.

2
Dániel 1:17 Dániel

Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

2