dreymar Jósefs
11 versir um "dreymar Jósefs"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 37:1 Fyrsta Mósebók
Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána’anslandi.
Fyrsta Mósebók 37:2 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Jákups. Táið Jósef var 17 ár, røktaði hann smáfæið saman við brøðrum sínum; tóat hann var ungur, var hann saman við sonum Bilhu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara, og alt tað ringa orð, ið gekk um teir, bar hann faðir teirra.
Fyrsta Mósebók 37:3 Fyrsta Mósebók
Ísrael var betri við Jósef enn við allar hinar synir sínar, við tað at hann hevði fingið hann á elliárum; og hann hevði latið gera honum fótsíðan kyrtil.
Fyrsta Mósebók 37:4 Fyrsta Mósebók
Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann.
Fyrsta Mósebók 37:5 Fyrsta Mósebók
So hevði Jósef eisini dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá, og sum gjørdi, at teir hataðu hann enn meiri.
Fyrsta Mósebók 37:6 Fyrsta Mósebók
Hann segði við teir: „Hoyrið nú tað, ið eg havi droymt!
Fyrsta Mósebók 37:7 Fyrsta Mósebók
Tað var mær, sum vit bundu bundi úti á akrinum, og tá reisti mítt bundi seg upp og varð standandi; men tykkara bundi stóðu rundanum og boygdu seg fyri mínum bundi.“
Fyrsta Mósebók 37:8 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu brøður hansara við hann: „Tú skalt kanska vera kongur okkara ella ráða yvir okkum!“ – Og teir hataðu hann enn meiri fyri dreymar hansara og fyri tað, ið hann hevði sagt.
Fyrsta Mósebók 37:9 Fyrsta Mósebók
Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: „Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær.“
Fyrsta Mósebók 37:10 Fyrsta Mósebók
Táið hann segði faðir sínum og brøðrum sínum frá hesum, deildi faðir hansara hann og segði við hann: „Hvat er hetta fyri dreymur, ið tú hevur havt! Skulu tá eg og móðir tín og brøður tínir koma og boyggja okkum til jarðar fyri tær!“
Fyrsta Mósebók 37:11 Fyrsta Mósebók
Og brøður hansara fingu øvund til hansara, men faðir hansara legði sær hetta í minni.