dóttir Jairusar

49 versir um "dóttir Jairusar"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 9:18 Matteus

Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: „Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!“

12
Matteus 9:19 Matteus

Tá reistist Jesus og fór við honum, og lærisveinar Hansara eisini.

12
Matteus 9:20 Matteus

Nú kom ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, til Hansara aftanífrá og nam við klædnafald Hansara.

12
Matteus 9:21 Matteus

Tí hon segði við sær sjálvari: „Bert eg nemi við klæði Hansara, verði eg hjálpin.“

12
Matteus 9:22 Matteus

Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: „Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.“ Og kvinnan varð grødd frá somu stund.

12
Matteus 9:23 Matteus

Táið Jesus nú kom inn í hús fyristøðumansins og sá floytublásararnar og fólkahópin, ið gjørdi óljóð, segði Hann:

12
Matteus 9:24 Matteus

„Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur.“ Tá læðu tey at Honum.

12
Matteus 9:25 Matteus

Men táið fólkahópurin var koyrdur út, fór Hann innar og tók í hond hennara, og gentan reistist.

12
Matteus 9:26 Matteus

Hetta spurdist allastaðni har um vegir.

12
Markus 5:22 Markus

Tá kom ein sýnagogustjóri – Jairus æt hann; og táið hann sá Hann, fall hann niður fyri fótum Hansara.

9
Markus 5:23 Markus

Hann bað Hann bønliga og segði: „Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!“

9
Markus 5:24 Markus

Tá fór Hann avstað við honum, og nógv fólk fylgdi Honum, og tey trokaðust um Hann.

9
Markus 5:25 Markus

Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár.

9
Markus 5:26 Markus

Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað.

9
Markus 5:27 Markus

Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara.

9
Markus 5:28 Markus

Tí hon segði: „Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.“

9
Markus 5:29 Markus

Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni.

9
Markus 5:30 Markus

Men alt fyri eitt sum Jesus kendi við Sær sjálvum kraftina, ið út gekk frá Honum, vendi Hann Sær á í fólkahópinum og segði: „Hvør nam við klæði Míni?“

9
Markus 5:31 Markus

Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Tú sært, at fólkið trokar Teg, og Tú spyrt: „Hvør nam við Meg?““

9
Markus 5:32 Markus

Men Hann hugdi rundan um Seg fyri at fáa eyga á hana, ið gjørt hetta hevði.

9
Markus 5:33 Markus

Kvinnan – sum visti, hvat hana hevði hent – kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var.

9
Markus 5:34 Markus

Tá segði Hann við hana: „Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!“

9
Markus 5:35 Markus

Meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogustjóranum og søgdu: „Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!“

9
Markus 5:36 Markus

Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran: „Óttast ikki, trúgv bert!“

9
Markus 5:37 Markus

Hann læt ongan fáa loyvi at koma við Sær uttan Pætur og Jákup, og Jóhannes, bróður Jákup.

9
Markus 5:38 Markus

So komu teir til hús sýnagogustjórans, og har sá Hann mongd av fólki, sum helt gang og græt og venaði seg illa.

9
Markus 5:39 Markus

Hann fór tá inn og segði við tey: „Hví gera tit óljóð og gráta? Barnið er ikki deytt, tað svevur!“

9
Markus 5:40 Markus

Tey læðu at Honum. Men Hann koyrdi tey øll út; so tók Hann faðir og móður barnsins við Sær, og teir, ið við Honum vóru, og fór inn, hagar sum barnið var.

9
Markus 5:41 Markus

Og Hann tók í hondina á barninum og segði við hana: „Talita kumi!“ Tað er útlagt: „Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!“

9
Markus 5:42 Markus

Við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí hon var tólv ára gomul. Og tey vórðu heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey.

9
Markus 5:43 Markus

Men Hann forbeyð teimum strangliga at lata nakran fáa hetta at vita; og Hann segði, at tey skuldu geva henni at eta.

9
Lukas 8:41 Lukas

Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær;

8
Lukas 8:42 Lukas

tí einkadóttir hansara – hon var um tólv ár – lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, trokaðist fólkið um Hann.

8
Lukas 8:43 Lukas

Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,

8
Lukas 8:44 Lukas

kom aftanífrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.

8
Lukas 8:45 Lukas

Tá spurdi Jesus: „Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: „Meistari, fólkið trokar og treingir Teg jú!“

8
Lukas 8:46 Lukas

Men Jesus segði: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“

8
Lukas 8:47 Lukas

Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.

8
Lukas 8:48 Lukas

Tá segði Hann við hana: „Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“

8
Lukas 8:49 Lukas

Meðan Hann enn talaði, kom ein heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: „Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!“

8
Lukas 8:50 Lukas

Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“

8
Lukas 8:51 Lukas

Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna.

8
Lukas 8:52 Lukas

Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.“

8
Lukas 8:53 Lukas

Tá læðu tey at Honum; tey vistu jú, at hon var deyð.

8
Lukas 8:54 Lukas

Men Hann tók í hond hennara og rópti: „Genta, reis teg upp!“

8
Lukas 8:55 Lukas

Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta.

8
Lukas 8:56 Lukas

Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði.

8
Markus 5:21 Markus

Táið Jesus nú var farin yvirum aftur í bátinum, savnaðist nógv fólk rundan um Hann, og Hann var við vatnið.

5
Lukas 8:40 Lukas

Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum.

4