Dómarabók

100 versir um "Dómarabók"

Versir

Síða 2 av 2
Dómararnir 2:15 Dómararnir

Hvar tey so hildu fram, var hond HARRANS móti teimum, so at teimum gekst illa – sum HARRIN hevði sagt við tey, og sum HARRIN hevði svorið – og tey komu í stóra neyð.

3
Dómararnir 2:16 Dómararnir

Tá vakti HARRIN upp dómarar, sum frelstu tey úr hondum ránsmannanna.

3
Dómararnir 2:17 Dómararnir

Tó, heldur ikki dómarar sínar aktaðu tey; tey runnu í trúleysum fráfalli aftan á øðrum gudum og tilbóðu teir. Skjótt viku tey burtur av leiðini, ið fedrar teirra høvdu gingið í lýdni fyri boðum HARRANS – tey bregðaðu ikki til teirra.

3
Dómararnir 2:18 Dómararnir

Men hvørja ferð HARRIN læt dómara stíga fram millum teirra, var HARRIN við dómaranum og frelsti tey úr hondum fígginda teirra, so leingi sum dómarin livdi; tí HARRANUM tyktist synd í teimum, táið tey góvu seg undan teimum, ið plágaðu og kúgaðu tey.

3
Dómararnir 2:19 Dómararnir

Men við tað sama sum dómarin var deyður, bóru tey seg aftur illa at, ja, enn verri enn fedrar teirra – tey hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; tey góvust ikki við óndu gerðum og ólýdna atburði sínum.

3
Dómararnir 2:20 Dómararnir

Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann segði: „Av tí at hetta fólk hevur brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki aktað orð Míni,

3
Dómararnir 2:21 Dómararnir

so skal Eg heldur ikki hereftir reka so mikið sum eitt av fólkunum burtur, sum Josva læt vera eftir, táið hann doyði.

3
Dómararnir 2:22 Dómararnir

Við teimum skuldi Ísrael verða roynt, um tey vildu akta eftir vegi HARRANS og ganga hann – eins og fedrar teirra gjørdu – ella ikki.“

3
Dómararnir 2:23 Dómararnir

HARRIN læt tá hesi fólkasløg verða og hevði ongan skund við at reka tey burtur – Hann gav tey ikki í hendur Josva.

3
Dómararnir 6:1 Dómararnir

Men við tað at Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gav HARRIN teir 7 ár í hendur Midjanita.

3
Dómararnir 6:2 Dómararnir

Midjan fekk vald yvir Ísrael. Fyri at verja seg móti Midjanitum var tað, Ísraelsmenn gjørdu sær loyniholini, ið eru at síggja í fjøllunum, hellini og fjallaborgirnar.

3
Dómararnir 6:3 Dómararnir

Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, komu Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan móti teimum;

3
Dómararnir 6:4 Dómararnir

teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil.

3
Dómararnir 6:5 Dómararnir

Tí teir komu hagar við fylgjum og tjøldum sínum; teir komu so mangir í tali sum grashoppur – ikki stóð til at telja, hvørki teir ella kamelar teirra; teir brutu seg inn í landið at leggja tað í oyði.

3
Dómararnir 6:6 Dómararnir

Á henda hátt varð Ísrael heilt útarmað av Midjanitum. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN.

3
Dómararnir 6:7 Dómararnir

Og táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN undan Midjanitum,

3
Dómararnir 6:8 Dómararnir

sendi HARRIN profet til teirra, sum segði við tey: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi, Eg leiddi tykkum út úr trælahúsinum;

3
Dómararnir 6:9 Dómararnir

Eg frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið kúgaðu tykkum, og Eg rak teir burtur fyri tykkum og gav tykkum land teirra.

3
Dómararnir 6:10 Dómararnir

Eg segði við tykkum: „Eg eri HARRIN Gud tykkara; óttist ikki gudar Amorita, í hvørja landi tit búgva!“ Men tit aktaðu ikki orð Míni!““

3
Dómararnir 6:11 Dómararnir

Eingil HARRANS kom nú og setti seg undir eikina í Ofra, har sum Jóas av slekt Abiezers ráddi. Gideon, sonur hansara, stóð tá og treskti hveiti í vínpersuni fyri at bjarga henni undan Midjanitum.

3
Dómararnir 6:12 Dómararnir

Eingil HARRANS vísti seg fyri honum og segði við hann: „HARRIN er við tær, djarvi kappi!“

3
Dómararnir 6:13 Dómararnir

Men Gideon svaraði honum: „Hoyr meg, harri! Er HARRIN við okkum, hví er tá alt hetta komið á okkum! Og hvat er vorðið av øllum undurverkum Hansara, sum fedrar okkara hava sagt okkum frá, táið teir søgdu: „Leiddi ikki HARRIN okkum út av Egyptalandi!“ – Men nú hevur HARRIN koyrt okkum frá Sær og givið okkum í hendur Midjanita!“

3
Dómararnir 6:14 Dómararnir

Tá vendi HARRIN Sær til hansara og segði: „Far avstað í hesi styrki tíni, so skalt tú frelsa Ísrael úr hondum Midjanita – sanniliga, Eg sendi teg!“

3
Dómararnir 6:15 Dómararnir

Men hann svaraði Honum: „Hoyr meg, Harri! Hvussu skal eg kunna frelsa Ísrael! Slekt mín er jú tann, ið minst hevur at týða í Manasse, og eg eri yngstur í fedrahúsi mínum!“

3
Dómararnir 6:16 Dómararnir

HARRIN segði við hann: „Eg skal vera við tær, og tú skalt høgga Midjanitar niður, allar sum ein!“

3
Dómararnir 6:17 Dómararnir

Tá segði hann við Hann: „Havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so lat meg fáa tekin fyri, at tað er Tú, ið talar við meg!

3
Dómararnir 6:18 Dómararnir

Far ikki avstað hiðani, fyrrenn eg komi aftur til Tín og beri Tær gávu mína og seti hana fyri Teg!“ Hann svaraði: „Eg skal verða verandi her, inntil tú kemur aftur.“

3
Dómararnir 6:19 Dómararnir

Gideon fór nú inn og gjørdi geitarlamb til, tók efu av mjøli og bakaði tað til ósúrgaðar køkur; kjøtið legði hann í kurv, og súpanina helti hann í krukku; so bar hann tað út til Hansara undir eikina og setti tað fram.

3
Dómararnir 6:20 Dómararnir

Tá segði eingil Guds við hann: „Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar og legg tað á helluna har, stoyt so súpanina út yvir tað!“ Hann so gjørdi.

3
Dómararnir 6:21 Dómararnir

Tá rætti eingil HARRANS út stavin, sum hann hevði í hondini, og nam við enda hansara við kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; tá steig eldur upp úr helluni og tærdi upp kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; og eingil HARRANS hvarv frá eygum hansara.

3
Dómararnir 6:22 Dómararnir

Gideon skilti nú, at tað hevði verið eingil HARRANS, og hann segði: „Vei mær, Harri HARRI, eg havi jú sæð eingil HARRANS andlit til andlit!“

3
Dómararnir 6:23 Dómararnir

Men HARRIN segði við hann: „Friður veri við tær! Óttast ikki, tú skalt ikki doyggja!“

3
Dómararnir 6:24 Dómararnir

Tá reisti Gideon har HARRANUM altar og kallaði tað „HARRIN er Friður“; tað stendur enn í dag í Ofra Abiezerita.

3
Dómararnir 6:25 Dómararnir

Somu nátt segði HARRIN við hann: „Tak tarv faðirs tíns og hin tarvin, tann sjeyára gamla, rív síðani niður ba’alsaltarið, ið faðir tín hevur, og høgg sundur Asjeruna, ið hjá tí stendur!

3
Dómararnir 6:26 Dómararnir

Reis so HARRANUM Gudi tínum altar ovast á klettinum her – reis tað, sum tað eigur at verða reist! So skalt tú taka annan tarvin og ofra hann sum brennioffur við viðinum úr Asjeruni, ið tú hevur høgt sundur!“

3
Dómararnir 6:27 Dómararnir

Gideon tók tá tíggju av tænarum sínum við sær og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; men hann gjørdi tað um náttina, tí av ótta fyri skyldfólki sínum og monnunum í staðnum tordi hann ikki at gera tað um dagin.

3
Dómararnir 6:28 Dómararnir

Táið fólkið í staðnum tíðliga morgunin eftir sá ba’alsaltarið niðurrivið, Asjeruna, ið hjá tí hevði staðið, sundurhøgda, og tarvin ofraðan á hinum nýreista altarinum,

3
Dómararnir 6:29 Dómararnir

søgdu tey hvørt við annað: „Hvør man hava gjørt hetta?“ Og táið tey spurdu og kannaðu eftir, varð sagt, at tað var Gideon, sonur Jóas.

3
Dómararnir 6:30 Dómararnir

Tá søgdu menninir í staðnum við Jóas: „Kom higar við syni tínum, hann skal doyggja! Hann hevur rivið niður ba’alsaltarið og høgt sundur Asjeruna, ið hjá tí stóð!“

3
Dómararnir 6:31 Dómararnir

Men Jóas segði við allar teir, ið rundan um hann stóðu: „Ætla tit at flyta mál Ba’als? Ætla tit at hjálpa honum? Tann, ið ger seg til talsmann fyri hann, skal doyggja, áðrenn morgindagurin kemur! Er hann Gud, so greiði hann sjálvur søk sína móti honum, ið hevur rivið niður altar hansara!“

3
Dómararnir 6:32 Dómararnir

Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba’al, við tað at teir søgdu: „Ba’al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!“

3
Dómararnir 6:33 Dómararnir

Allir Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan tóku seg nú saman, fóru um Jordan og tóku støðu á Jizre’elslætta.

3
Dómararnir 6:34 Dómararnir

Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, og hann blásti í horn; og Abiezeritar savnaðust og fylgdu honum eftir.

3
Dómararnir 6:35 Dómararnir

Hann sendi so boð um í øllum Manasse, og teir savnaðust eisini og fylgdu honum eftir; síðani sendi hann boð til Aser, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru avstað, ímóti hinum.

3
Dómararnir 6:36 Dómararnir

Nú segði Gideon við Gud: „Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað,

3
Dómararnir 6:37 Dómararnir

so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinnið á treskiplássið; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað.“

3
Dómararnir 6:38 Dómararnir

Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni.

3
Dómararnir 6:39 Dómararnir

Men Gideon segði við Gud: „Verð ikki illur við meg, um eg tali til Tín eina ferð enn! Lat meg bert eina ferð enn vita við skinninum: Lat skinnið einsamalt vera turt, men døgg falla á jørðina rundanum!“

3
Dómararnir 6:40 Dómararnir

Tá gjørdi Gud so náttina eftir: Skinnið var einsamalt turt, men døgg fall á jørðina rundanum.

3
Dómararnir 17:6 Dómararnir

– Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.

3