Dómarabók
100 versir um "Dómarabók"
Versir
Síða 1 av 2Dómararnir 1:1 Dómararnir
Táið Josva var deyður, spurdu Ísraelsmenn HARRAN: „Hvør av okkum skal fyrstur fara móti Kána’anitum, í bardaga móti teimum?“
Dómararnir 1:2 Dómararnir
HARRIN svaraði: „Juda skal fara; Eg gevi landið í hond hansara.“
Dómararnir 1:3 Dómararnir
Tá segði Juda við bróður sín Símeon: „Kom tú við mær til arvalut mín og lat okkum saman fara í bardaga móti Kána’anitum! So skal eg eisini koma við tær til arvalut tín.“ Símeon fór við honum.
Dómararnir 1:4 Dómararnir
Juda fór nú, og HARRIN gav Kána’anitar og Perizitar í hond hansara, so teir vunnu teir í Bezek og feldu 10000 mans.
Dómararnir 1:5 Dómararnir
Í Bezek komu teir fram á Adonibezek, løgdu á hann og vunnu sigur á Kána’anitum og Perizitum.
Dómararnir 1:6 Dómararnir
Adonibezek helt undan, men teir hildu eftir honum, og táið teir høvdu tikið hann, høgdu teir tummilfingrar og stórutær av honum.
Dómararnir 1:7 Dómararnir
Tá segði Adonibezek: „Sjeyti kongar, sum tummilfingrar og stórutær vóru høgd av, hevði eg at sanka molar undan borði mínum; sum eg havi gjørt, hevur Gud gjørt aftur við meg!“ – Teir fóru nú til Jerusalem við honum, og har doyði hann.
Dómararnir 1:8 Dómararnir
Judamenn herjaðu á Jerusalem og tóku tað, høgdu fólkið har niður og settu eld á býin.
Dómararnir 1:9 Dómararnir
Síðani fóru Judamenn í bardaga móti Kána’anitum, sum búðu í fjallalandinum, í Suðurlandinum og í láglendinum.
Dómararnir 1:10 Dómararnir
Fyrst fór Juda móti Kána’anitum í Hebron – sum fyrr í tíðini æt Kirjat-Arba – og vann sigur á Sesai, Ahiman og Talmai.
Dómararnir 1:11 Dómararnir
Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.
Dómararnir 1:12 Dómararnir
Tá segði Kaleb: „Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.“
Dómararnir 1:13 Dómararnir
Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína Aksu til konu.
Dómararnir 1:14 Dómararnir
Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir sín um nakað av jørð. Hon leyp niður av eslinum, og Kaleb spurdi hana: „Hvat vilt tú?“
Dómararnir 1:15 Dómararnir
Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Kaleb gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.
Dómararnir 1:16 Dómararnir
Eftirkomarar Kenitsins, verfaðirs Mósesar, fóru við Judamonnum úr Pálmastaðnum* til Judaoyðimørk, sum liggur sunnan fyri Arad; teir komu og búsettust millum fólkið har.
Dómararnir 1:17 Dómararnir
Juda fór síðani avstað við bróður sínum Símeon, og teir vunnu sigur á Kána’anitum, sum búðu í Zefat, og løgdu bann á býin, tí eitur hann nú Horma.
Dómararnir 1:18 Dómararnir
Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi.
Dómararnir 1:19 Dómararnir
HARRIN var við Juda, so hann legði fjallalandið undir seg; men teir, sum búðu á slættlendinum, var hann ikki maður fyri at reka burt, tí teir høvdu jarnvagnar.
Dómararnir 1:20 Dómararnir
Kaleb góvu teir Hebron – soleiðis sum Móses hevði sagt; hann rak burtur haðani hinar tríggjar synir Anak.
Dómararnir 1:21 Dómararnir
Men Jebusitar, sum í Jerusalem búðu, fingu Benjaminitar ikki rikið burtur, og Jebusitar vórðu búgvandi í Jerusalem saman við Benjaminitum og hava búð har líka til henda dag.
Dómararnir 1:22 Dómararnir
Eisini hús Jósefs helt avstað og fór ímóti Betel; og HARRIN var við teimum.
Dómararnir 1:23 Dómararnir
Hús Jósefs sendi njósnarar til Betel – býurin æt áður Luz –
Dómararnir 1:24 Dómararnir
og njósnararnir fingu at síggja ein mann, ið kom út úr býnum; teir søgdu tá við hann: „Vís okkum, hvar til ber hjá okkum at sleppa inn í býin! So skulu vit vísa tær miskunn.“
Dómararnir 1:25 Dómararnir
Hann vísti teimum tá, hvar til bar hjá teimum at sleppa inn í býin. Teir høgdu so fólkið har niður, men henda mann og alt fólk hansara lótu teir sleppa.
Dómararnir 1:26 Dómararnir
Maðurin fór til land Hetita og bygdi har ein bý, sum hann kallaði Luz; tað eitur hann enn í dag.
Dómararnir 1:27 Dómararnir
Men teir, sum búðu í Bet-Sean og smábýunum, ið til hoyrdu, í Ta’anak og smábýunum, ið til hoyrdu, í Dor og smábýunum, ið til hoyrdu, í Jibleam og smábýunum, ið til hoyrdu, og í Megiddo og smábýunum, ið til hoyrdu, teir fekk Manasse ikki rikið burt; Kána’anitar fingu í lag at verða búgvandi á hesum leiðum.
Dómararnir 1:28 Dómararnir
Táið Ísraelsmenn gjørdust hinir sterkaru, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burt róku teir teir ikki.
Dómararnir 1:29 Dómararnir
Heldur ikki rak Efra’im burt Kána’anitar, sum búðu í Gezer; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra har í Gezer.
Dómararnir 1:30 Dómararnir
Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Kitron og Nahalol; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra, men noyddust at gera trælaarbeiði.
Dómararnir 1:31 Dómararnir
Aser rak ikki burt teir, sum búðu í Akko, ei heldur teir, sum búðu í Zidon, Alab, Akzib, Helba, Afik og Rehob;
Dómararnir 1:32 Dómararnir
Aseritar búsettust mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; teir róku teir ikki burtur.
Dómararnir 1:33 Dómararnir
Naftali rak ikki burtur teir, sum búðu í Bet-Semes og Bet-Anat, men búsettist mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; men fólkið í Bet-Semes og Bet-Anat noyddist at træla hjá teimum.
Dómararnir 1:34 Dómararnir
Amoritar trokaðu Danitar niðan í fjøllini og lótu teir ikki sleppa oman á slættan.
Dómararnir 1:35 Dómararnir
Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres, Ajalon og Sa’albim; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær.
Dómararnir 1:36 Dómararnir
Landamark Amorita gekk av Akrabbimskarði til Sela og longur niðan.
Dómararnir 2:1 Dómararnir
Eingil HARRANS kom úr Gilgal til Bokim. Hann segði: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi og læt tykkum koma inn í landið, sum Eg við eiði hevði lovað fedrum tykkara. Og Eg segði: „Aldri í allar ævir skal Eg bróta sáttmála Mín við tykkum!
Dómararnir 2:2 Dómararnir
Men tit mugu ikki gera sáttmála við teir, sum her í landinum búgva; altar teirra skulu tit bróta niður!“ Men tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum – hvat er tað, tit hava gjørt!
Dómararnir 2:3 Dómararnir
Eg segði eisini: „Eg skal ikki reka teir burtur fyri tykkum; teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!““
Dómararnir 2:4 Dómararnir
Táið eingil HARRANS segði hetta við allar Ísraelsmenn, skar fólkið í at gráta.
Dómararnir 2:5 Dómararnir
Tí varð hetta stað kallað Bokim. – Og tey ofraðu har til HARRAN.
Dómararnir 2:6 Dómararnir
Táið Josva hevði latið fólkið fara, fóru Ísraelsmenn hvør til arvalut sín, til at taka landið í ogn.
Dómararnir 2:7 Dómararnir
Og fólkið dýrkaði HARRAN, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu longur enn Josva, teir, ið høvdu sæð alt stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael.
Dómararnir 2:8 Dómararnir
Men tænari HARRANS Josva, sonur Nun, doyði, táið hann var 110 ár;
Dómararnir 2:9 Dómararnir
og teir jarðaðu hann í arvaluti hansara, í Timnat-Heres í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asfjall.
Dómararnir 2:10 Dómararnir
Eisini alt tað ættarliðið savnaðist til fedrar sínar, og eftir tey kom eitt annað ættarlið, sum hvørki kendi HARRAN ella verkið, ið Hann hevði gjørt fyri Ísrael.
Dómararnir 2:11 Dómararnir
Tá gjørdu Ísraelsmenn tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og dýrkaðu Ba’alarnar.
Dómararnir 2:12 Dómararnir
Tey vendu sær frá HARRANUM Gudi fedra sína, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, gudar tjóðanna, ið rundan um tey búðu, og tilbóðu teir og vaktu vreiði HARRANS;
Dómararnir 2:13 Dómararnir
tey vendu sær frá HARRANUM og dýrkaðu Ba’al og Astartu.
Dómararnir 2:14 Dómararnir
Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey ránsmonnum í hendur, og teir rændu tey; Hann seldi tey í hendur fígginda teirra, sum rundan um tey búðu, so tey vóru ikki longur ment at standa seg móti fíggindunum.