døming og fordøming

82 versir um "døming og fordøming"

Versir

Síða 2 av 2
Rómverjabrævið 8:8 Rómverjabrævið

og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.

2
Rómverjabrævið 8:9 Rómverjabrævið

Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.

2
Rómverjabrævið 8:10 Rómverjabrævið

Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin.

2
Rómverjabrævið 8:11 Rómverjabrævið

Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr.

2
Rómverjabrævið 8:12 Rómverjabrævið

So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum.

2
Rómverjabrævið 8:13 Rómverjabrævið

Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva.

2
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið

So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.

2
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið

Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“

2
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið

Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.

2
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið

Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.

2
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið

Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.

2
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið

Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.

2
Rómverjabrævið 8:20 Rómverjabrævið

Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,

2
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið

í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.

2
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið

Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.

2
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið

Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.

2
Rómverjabrævið 8:24 Rómverjabrævið

Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!

2
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið

Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.

2
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið

So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.

2
Rómverjabrævið 8:27 Rómverjabrævið

Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heilagu.

2
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

2
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið

Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.

2
Rómverjabrævið 8:30 Rómverjabrævið

Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.

2
Rómverjabrævið 8:31 Rómverjabrævið

Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum!

2
Rómverjabrævið 8:32 Rómverjabrævið

Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!

2
Rómverjabrævið 8:33 Rómverjabrævið

Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger.

2
Rómverjabrævið 8:35 Rómverjabrævið

Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð!

2
Rómverjabrævið 8:36 Rómverjabrævið

– sum skrivað er: „Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.“

2
Rómverjabrævið 8:37 Rómverjabrævið

Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.

2
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið

Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,

2
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið

hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

2