døl skugga deyðans
17 versir um "døl skugga deyðans"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Job 10:21 Job
áðrenn eg fari avstað og komi ikki aftur, burtur til land myrkursins og deyðaskuggans,
Job 10:22 Job
til landið, ið er myrkt sum svartasta náttin, har sum deyðaskuggi og óskil ræður, og ljósið sjálvt er sum myrka náttin.“
Jeremias 2:6 Jeremias
Teir spurdu ikki: „Hvar er HARRIN, sum flutti okkum út av Egyptalandi og leiddi okkum í oyðimørkini, í landi við heiðum og gjáum, landi við turki og deyðaskugga, landi, sum eingin maður hevur ferðast um, og einki menniskja búð í?“
Esaias 9:2 Esaias
Fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey, sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína.
Amos 5:8 Amos
Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina – Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 44:19 Sálmarnir
hjarta okkara veik ikki frá Tær, og stig okkara viku ikki út av leið Tíni
Matteus 4:16 Matteus
fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“
Sálmarnir 107:10 Sálmarnir
Tey sótu í myrkri og deyðaskugga, bundin í armóð og jarni,
Sálmarnir 107:14 Sálmarnir
leiddi tey út úr myrkri og deyðaskugga og sleit sundur bond teirra.
Job 38:17 Job
Hava portur deyðans víst seg fyri tær, og hevur tú sæð portur deyðaskuggans!
Lukas 1:79 Lukas
til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“