djørvleiki
24 versir um "djørvleiki"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 28:1 Orðtøkini
Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
Ápostlasøgan 4:13 Ápostlasøgan
Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi.
Ápostlasøgan 4:29 Ápostlasøgan
Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi,
Ápostlasøgan 4:31 Ápostlasøgan
Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.
Ápostlasøgan 28:31 Ápostlasøgan
og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður.
Seinna Korintbrævið 3:12 Seinna Korintbrævið
Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi
Efesusbrævið 3:12 Efesusbrævið
Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti – við trúnni á Hann.
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið
so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Efesusbrævið 6:19 Efesusbrævið
fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,
Hebrearabrævið 4:16 Hebrearabrævið
Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!
Sálmarnir 138:3 Sálmarnir
Tann dag eg rópti, svaraði Tú mær; Tú gjørdi meg hugreystan, og sál mín fekk styrki.
Filippibrævið 1:20 Filippibrævið
Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða.
Seinna Timoteusarbrævið 1:6 Seinna Timoteusarbrævið
Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Filemonarbrævið 1:8 Filemonarbrævið
Tóat eg við miklum dirvi í Kristusi kundi givið tær boð um tað, sum tú eigur at gera,
Hebrearabrævið 10:19 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin,
Hebrearabrævið 10:20 Hebrearabrævið
sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara –
Hebrearabrævið 10:21 Hebrearabrævið
og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds,
Hebrearabrævið 10:22 Hebrearabrævið
so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.