djóraníðsla

17 versir um "djóraníðsla"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini

Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.

10
Prædikarin 3:19 Prædikarin

tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.

8
Onnur Mósebók 23:5 Onnur Mósebók

Sært tú esil fígginda tíns liggja undir byrðini, mást tú ikki bjóða til at lata mannin óhjálpnan; nei, tú skalt hjálpa honum at loysa byrðina av.

4
Orðtøkini 27:23 Orðtøkini

Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!

4
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók

Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.

3
Sálmarnir 145:9 Sálmarnir

HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt.

3
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók

Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“

2
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók

Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.

2
Fjórða Mósebók 22:32 Fjórða Mósebók

Men eingil HARRANS segði við hann: „Hví hevur tú nú tríggjar ferðir sligið esil títt? Tað eri eg, sum eri gingin út at forða tær; tí eg síggi, at hesin vegur leiðir til undirgang.

2
Esaias 1:11 Esaias

Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.

2
Esaias 66:3 Esaias

– Hann, ið drepur tarv, er sum hann, ið drepur mann; hann, ið ofrar lamb, er sum hann, ið brýtur hálsin á hundi; hann, ið ofrar matoffur, er sum hann, ið ofrar svínablóð; hann, ið brennir roykilsi, er sum hann, ið prísar avgudum. Eins og tey hava valt sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra gleðir seg í andstygdum teirra,

2
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

2
Lukas 12:6 Lukas

Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi.

2
Lukas 15:4 Lukas

„Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann!

2
Lukas 15:5 Lukas

Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar.

2
Lukas 15:6 Lukas

Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: „Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!“

2
Lukas 15:7 Lukas

Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.

2