djóraharðskapur
9 versir um "djóraharðskapur"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók
Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.
Sálmarnir 147:9 Sálmarnir
Honum, sum gevur fænum føði, ravnaungunum, ið rópa!
Fyrsta Mósebók 1:21 Fyrsta Mósebók
Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fjórða Mósebók 22:32 Fjórða Mósebók
Men eingil HARRANS segði við hann: „Hví hevur tú nú tríggjar ferðir sligið esil títt? Tað eri eg, sum eri gingin út at forða tær; tí eg síggi, at hesin vegur leiðir til undirgang.
Sálmarnir 50:10 Sálmarnir
tí Mær hoyra øll dýr í skóginum til, dýrini á hinum túsund fjøllum;
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Sálmarnir 50:11 Sálmarnir
Eg kenni allar fuglar á fjøllunum, veit skil á øllum tí, sum á markini rørist.