djór eftir deyðan
24 versir um "djór eftir deyðan"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 3:19 Prædikarin
tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.
Prædikarin 3:20 Prædikarin
Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.
Prædikarin 12:7 Prædikarin
– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Sálmarnir 36:6 Sálmarnir
HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini;
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Esaias 11:6 Esaias
Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.
Esaias 11:7 Esaias
Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.
Esaias 11:8 Esaias
Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
Esaias 11:9 Esaias
Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.
Lukas 3:6 Lukas
og alt hold skal síggja frelsu Guds.““
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Prædikarin 3:21 Prædikarin
Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!“
Esaias 65:25 Esaias
Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið
Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.
Rómverjabrævið 8:20 Rómverjabrævið
Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið
Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.
Rómverjabrævið 8:24 Rómverjabrævið
Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið
Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Opinberingin 5:13 Opinberingin
Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: „Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“