diakonissa
35 versir um "diakonissa"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 16:1 Rómverjabrævið
Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
Ápostlasøgan 6:1 Ápostlasøgan
Á hesum døgum, táið tal lærisveinanna vaks, byrjaðu Jødarnir, ið talaðu grikskt, at knarra móti Hebrearum um tað, at einkjur teirra fingu minni enn hinar við hina dagligu útbýtingina.
Ápostlasøgan 6:2 Ápostlasøgan
Tá kallaðu hinir tólv saman allan lærisveinaflokkin og søgdu: „Ikki sømir seg, at vit fara frá orði Guds til at tæna við borðini.
Ápostlasøgan 6:3 Ápostlasøgan
Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.
Ápostlasøgan 6:4 Ápostlasøgan
Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins.“
Ápostlasøgan 6:5 Ápostlasøgan
Hesi orð líkaði allari samkomuni væl. Teir valdu so Stefanus, mann, ið fullur var av trúgv og Heilaga Andanum, harnæst Filip, Prokorus, Nikanor, Timon, Parmenas og Nikolaus, mann úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv Jødanna.
Ápostlasøgan 6:6 Ápostlasøgan
Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir.
Ápostlasøgan 6:7 Ápostlasøgan
Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerusalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin.
Ápostlasøgan 6:8 Ápostlasøgan
Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið.
Ápostlasøgan 6:9 Ápostlasøgan
Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu og eftir monnum úr Kýrene og Aleksandria, somuleiðis nakrir av teimum úr Kilikia og Asia; og teir kjakaðust við Stefanus.
Ápostlasøgan 6:10 Ápostlasøgan
Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.
Ápostlasøgan 6:11 Ápostlasøgan
Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: „Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi!“
Ápostlasøgan 6:12 Ápostlasøgan
Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið.
Ápostlasøgan 6:13 Ápostlasøgan
So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: „Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini!
Ápostlasøgan 6:14 Ápostlasøgan
Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazaret skal bróta niður hetta stað og broyta siðirnar, ið Móses gav okkum.“
Ápostlasøgan 6:15 Ápostlasøgan
Táið nú allir, sum í ráðnum sótu, stardu á hann, var andlit hansara teimum eins og andlitið á eingli.
Rómverjabrævið 16:2 Rómverjabrævið
Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heilagu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.
Filippibrævið 1:1 Filippibrævið
Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu – til øll hini heilagu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru, við umsjónarmonnum og samkomutænarum.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:12 Fyrra Timoteusarbrævið
men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið
ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið
dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.