deyði Jesu
30 versir um "deyði Jesu"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið
Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Jóhannes 11:25 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Esaias 53:1 Esaias
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Esaias 53:4 Esaias
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Esaias 53:8 Esaias
Við treinging og dómi varð Hann tikin burt – men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!
Esaias 53:9 Esaias
Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum – tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara.
Esaias 53:10 Esaias
Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara.
Esaias 53:11 Esaias
Afturfyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra.
Esaias 53:12 Esaias
Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong – afturfyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 10:17 Jóhannes
Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt – fyri at taka tað aftur.
Jóhannes 10:18 Jóhannes
Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.“
Jóhannes 19:30 Jóhannes
Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.
Sálmarnir 22:14 Sálmarnir
Teir gapa móti Mær sum brølandi leyva, ið skræðir sundur.
Sálmarnir 22:15 Sálmarnir
Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum.
Sálmarnir 22:16 Sálmarnir
Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.
Sálmarnir 22:17 Sálmarnir
Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur.
Sálmarnir 22:18 Sálmarnir
Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí.
Jóhannes 5:24 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.
Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Efesusbrævið 1:7 Efesusbrævið
Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið
og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.