Deyðarbarn

73 versir um "Deyðarbarn"

Versir

Síða 2 av 2
Matteus 18:12 Matteus

Hvat halda tit? Um maður eigur 100 seyðir, og ein teirra villist burtur, fer hann tá ikki frá hinum 99 og fer í fjøllini at leita eftir honum, ið burtvilstur er!

2
Matteus 18:13 Matteus

Og hendir tað, at hann finnur hann – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann er glaðari um hann enn um hinar 99, ið ikki viltust burtur.

2
Matteus 18:15 Matteus

Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.

2
Matteus 18:16 Matteus

Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!

2
Matteus 18:17 Matteus

Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.

2
Matteus 18:18 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt, ið tit binda á jørðini, skal vera bundið í Himli; og alt, ið tit loysa á jørðini, skal vera loyst í Himli.

2
Matteus 18:19 Matteus

Uppaftur sigi Eg tykkum: Verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt – veri, hvat tað vera má – tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er.

2
Matteus 18:20 Matteus

Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“

2
Matteus 18:21 Matteus

Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“

2
Matteus 18:22 Matteus

Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.

2
Matteus 18:23 Matteus

Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar.

2
Matteus 18:24 Matteus

Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði 10000 talentir, førdur fram fyri hann.

2
Matteus 18:25 Matteus

Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi.

2
Matteus 18:26 Matteus

Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: „Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“

2
Matteus 18:27 Matteus

Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir.

2
Matteus 18:28 Matteus

Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: „Rinda tað, ið tú skyldar!“

2
Matteus 18:29 Matteus

Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“

2
Matteus 18:30 Matteus

Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.

2
Matteus 18:31 Matteus

Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var.

2
Matteus 18:32 Matteus

Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg.

2
Matteus 18:33 Matteus

Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“

2
Matteus 18:34 Matteus

Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.

2
Matteus 18:35 Matteus

Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“

2