deyðans eingil

12 versir um "deyðans eingil"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Kongabók 19:35 Seinna Kongabók

Somu nátt fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík.

3
Onnur Mósebók 11:1 Onnur Mósebók

HARRIN hevði sagt við Móses: „Eina plágu enn skal Eg lata koma yvir Farao og Egyptaland; so skal hann lata tykkum fara hiðani; ja, táið hann letur tykkum fara, skal hann enntá reka tykkum avstað hiðani við øllum, ið tit hava.

2
Onnur Mósebók 11:2 Onnur Mósebók

Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!“

2
Onnur Mósebók 11:3 Onnur Mósebók

HARRIN gjørdi, at fólkið varð væl lýtt av Egyptum, og so var Móses eisini ógvuliga nógv umhildin maður í Egyptalandi, bæði av tænarum Faraos og av fólkinum.

2
Onnur Mósebók 11:4 Onnur Mósebók

Móses segði: „So sigur HARRIN: Um midnátt fari Eg ígjøgnum Egyptaland;

2
Onnur Mósebók 11:5 Onnur Mósebók

og so skal alt frumborið í Egyptalandi doyggja, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum situr, til hin frumborna hjá trælkvinnuni, ið stendur við kvørnina, og alt frumborið av fænum.

2
Onnur Mósebók 11:6 Onnur Mósebók

Tá skal í øllum Egyptalandi verða slíkt róp, sum aldri hevur verið hoyrt og aldri aftur skal verða hoyrt.

2
Onnur Mósebók 11:7 Onnur Mósebók

Men ikki ein hundur skal goyggja eftir nøkrum Ísraelsmanni, hvørki eftir fólki ella fæi – so tit skulu sanna, at HARRIN setur mark millum Egyptar og Ísrael!

2
Onnur Mósebók 11:8 Onnur Mósebók

Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og kasta seg til jarðar fyri mær og siga: „Farið avstað, bæði tú og alt fólkið, ið fylgir tær eftir!“ – Og so skal eg fara avstað!“ – So fór hann út frá Farao í brennandi vreiði.

2
Onnur Mósebók 11:9 Onnur Mósebók

Sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron: „Farao fer ikki at lurta eftir tykkum – fyri at undur Míni kunnu verða mong í Egyptalandi!“

2
Onnur Mósebók 11:10 Onnur Mósebók

so gjørdu Móses og Áron øll hesi undur fyri Farao; men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann læt ikki Ísraelsmenn fara av landi sínum.

2
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið

– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!

2