demóniskir andar
34 versir um "demóniskir andar"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 12:43 Matteus
Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu, men finnur hana ikki.
Matteus 12:44 Matteus
Tá sigur hann: „Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.“ Og táið hann kemur hagar, sær hann, at tað stendur tómt og er sópað og prýtt.
Matteus 12:45 Matteus
Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, ið verri eru enn hann sjálvur; táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har, og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra. So skal eisini gangast hesi óndu ætt.“
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.
Opinberingin 16:14 Opinberingin
Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Ápostlasøgan 19:19 Ápostlasøgan
Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50000 silvurpeningar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Tessalonikabrævið 2:9 Seinna Tessalonikabrævið
Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Jóhannes 10:10 Jóhannes
Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.
Ápostlasøgan 8:9 Ápostlasøgan
Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.
Ápostlasøgan 8:10 Ápostlasøgan
Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: „Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds.“
Ápostlasøgan 8:11 Ápostlasøgan
Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum.
Ápostlasøgan 8:12 Ápostlasøgan
Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.
Ápostlasøgan 8:13 Ápostlasøgan
Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið
– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!