deja vu-kensla

16 versir um "deja vu-kensla"

Versir

Síða 1 av 1
Prædikarin 1:9 Prædikarin

Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini.

26
Prædikarin 1:10 Prædikarin

Kemur okkurt, sum sagt verður um: „Hygg, hetta er nú nýtt!“ – tað hevur kortini langt síðani verið til í tíðunum undan okkum.

26
Prædikarin 1:11 Prædikarin

Eingin er, sum minnist tey, ið áður hava livað, og líka lítið skulu tey, sum eftir okkum koma, liva í minni teirra, sum koma uppaftur seinni.

26
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan

„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

15
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

13
Prædikarin 3:11 Prædikarin

Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.

11
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

7
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

4
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!

3
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!

3
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir

Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.

3
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir

Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!

3
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

3
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

3
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

3
Efesusbrævið 3:20 Efesusbrævið

Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar

2