Deila auð
20 versir um "Deila auð"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Lukas 3:10 Lukas
Fólkið spurdi hann: „Hvat skulu vit tá gera?“
Lukas 3:11 Lukas
Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
Matteus 19:21 Matteus
Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“
Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan
Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan
ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri!