Deila
40 versir um "Deila"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 8:17 Fimta Mósebók
Sig tá ikki í hjartanum: „Tað er máttur mín og sterka hond mín, ið hevur vunnið mær alt hetta ríkidømi!“
Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók
Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
Fimta Mósebók 8:19 Fimta Mósebók
Men gloymir tú HARRAN Gud tín og heldur teg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir – so vitni eg í dag fyri tykkum, at tit skulu vissuliga ganga til grundar.
Job 41:11 Job
Dampur stendur úr nasagluggum hansara sum úr kókandi potti, ið sevgras brennur undir.
Esaias 58:6 Esaias
Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
Esaias 58:7 Esaias
ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
Esaias 58:8 Esaias
Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
Lukas 12:31 Lukas
Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!
Lukas 12:32 Lukas
Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Jóhannes 3:15 Jóhannes
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Jóhannes 10:27 Jóhannes
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.
Jóhannes 10:28 Jóhannes
Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
Jóhannes 10:29 Jóhannes
Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.
Rómverjabrævið 11:34 Rómverjabrævið
Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara!
Rómverjabrævið 11:35 Rómverjabrævið
Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag!
Rómverjabrævið 11:36 Rómverjabrævið
– Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.
Fyrra Korintbrævið 4:7 Fyrra Korintbrævið
Hvør gevur tær nakað framum! Hvat hevur tú, sum tú hevur ikki fingið givið! Og hevur tú fingið tað givið, hví rósar tú tær tá, sum tú hevði ikki fingið tað givið!
Fyrra Korintbrævið 4:8 Fyrra Korintbrævið
Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum!
Fyrra Korintbrævið 4:9 Fyrra Korintbrævið
Tí mær tykir, at Gud hevur sett okkum ápostlarnar fram sum teir, ið minst hava at týða, sum deyðadømdar; sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum.
Fyrra Korintbrævið 4:10 Fyrra Korintbrævið
Vit eru dárar fyri Kristusar skuld, men tit eru klókir í Kristusi; vit eru veikir, men tit sterkir; tit eru heiðraðir, men vit vanærdir.
Fyrra Korintbrævið 4:11 Fyrra Korintbrævið
Líka til hesa stund líða vit bæði hungur og tosta, eru naknir og fáa nevasløg og hava einki verðandi stað;
Fyrra Korintbrævið 4:12 Fyrra Korintbrævið
vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum. Vit verða skeldaðir út – og vit signa; vit verða atsøktir – og vit tola tað;
Fyrra Korintbrævið 4:13 Fyrra Korintbrævið
vit verða spottaðir – og vit tala góð orð; sum gólvsóp eru vit vorðnir heiminum – øllum eitt útskot líka til nú.
Fyrra Korintbrævið 4:14 Fyrra Korintbrævið
Eg skrivi ikki hetta fyri at gera tykkum til skammar; nei, eg áminni tykkum sum elskaðu børn míni.
Fyrra Korintbrævið 4:15 Fyrra Korintbrævið
Tí um tit so hava tíggju túsund lærimeistarar í Kristusi, so hava tit tó ikki nógvar fedrar; tí í Kristi Jesusi eru tit við evangeliinum børn míni.
Fyrra Korintbrævið 4:16 Fyrra Korintbrævið
Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir!
Seinna Korintbrævið 1:3 Seinna Korintbrævið
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar,
Seinna Korintbrævið 1:4 Seinna Korintbrævið
Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!
Seinna Korintbrævið 1:5 Seinna Korintbrævið
Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríklig við Kristusi.
Seinna Korintbrævið 1:6 Seinna Korintbrævið
Men líða vit trongd, so líða vit hana tykkum til troyst og frelsu; verða vit harímóti troystaðir, so er hetta eisini tykkum til troyst; og hetta vísir kraft sína í, at tit eru tolin í somu líðingum, sum vit líða. Og vón okkara um tykkum er føst,
Seinna Korintbrævið 1:7 Seinna Korintbrævið
við tað at vit vita, at eins og tit hava part við okkum í líðingunum, so hava tit eisini part í troystini.
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!
Hebrearabrævið 13:16 Hebrearabrævið
Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.
Jákupsbrævið 1:16 Jákupsbrævið
Villist ikki, elskaðu brøður mínir!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.