Debora

55 versir um "Debora"

Versir

Síða 2 av 2
Dómararnir 5:27 Dómararnir

Fyri fótum hennara signaði hann, fall hann, lá hann; fyri fótum hennara signaði hann, fall hann; har sum hann signaði, lá hann feldur.

5
Dómararnir 5:28 Dómararnir

Út um vindeygað skoðar hon og rópar, móðir Sisera, út gjøgnum rimaverkið: „Hví er so leingi, áðrenn vagnur hansara kemur? Hví hoyrist ikki ljóðið frá hógvum vagnhesta hansara enn?“

5
Dómararnir 5:29 Dómararnir

Tá svarar hin klókasta av frúum hennara – og sjálv gevur hon sær sama svar:

5
Dómararnir 5:30 Dómararnir

„Óivað skifta teir sundur herfongin, ið teir hava vunnið – eina gentu ella báðar tvær til mans, herfong av litaðum klæðum til Sisera, herfong av litaðum klæðum, útseymaðum klæðum, eini litað klæði, tvey útseymað hálsklæði til hvørja kvinnuna, ið teir hava tikið!“

5
Dómararnir 5:31 Dómararnir

– Soleiðis skulu allir fíggindar Tínir ganga til grundar, HARRI; men tey, ið elska Teg, skulu vera sum sólin, táið hon kemur upp í megi síni!“ – Landið hevði nú frið í 40 ár.

5