Debora

55 versir um "Debora"

Versir

Síða 1 av 2
Dómararnir 4:4 Dómararnir

Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael; hon var profetinna

20
Dómararnir 4:5 Dómararnir

og sat undir Deborapálma millum Rama og Betel á Efra’imsfjalli; Ísraelsmenn komu til hennara, fyri at hon skuldi døma í málum teirra.

20
Dómararnir 4:6 Dómararnir

Hon sendi nú boð eftir Barak, syni Abinoam, úr Kedes í Naftali, og segði við hann: „Hoyr boðið, ið HARRIN Gud Ísraels hevur givið: „Far avstað og far niðan á Taborsfjall, og tak við tær 10000 mans av Naftali og Zebulon!

20
Dómararnir 4:7 Dómararnir

So skal Eg leiða Sisera, herhøvdinga Jabins, og vagnar og her hansara til tín, til Kisonsløk, og geva hann í hendur tínar.““

20
Dómararnir 4:8 Dómararnir

Barak svaraði henni: „Kemur tú við mær, skal eg fara, men kemur tú ikki við, fari eg heldur ikki!“

20
Dómararnir 4:9 Dómararnir

Tá segði hon: „Við tær skal eg koma, men so fært tú ikki heiðurin av ferðini, ið tú nú fert, tí HARRIN skal geva Sisera í hendur kvinnu.“ So gjørdi Debora seg til og fór við Barak til Kedes.

20
Dómararnir 4:10 Dómararnir

Barak stevndi nú Zebulon og Naftali saman í Kedes, og 10000 mans fylgdu honum eftir hagar; eisini Debora fór við.

20
Dómararnir 4:1 Dómararnir

Men táið Ehud var deyður, gjørdu Ísraelsmenn við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS.

15
Dómararnir 4:2 Dómararnir

Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána’an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Haroset-Haggojim.

15
Dómararnir 4:3 Dómararnir

Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN. Tí Jabin hevði 900 jarnvagnar, og hann kúgaði Ísraelsmenn í 20 ár, og tað hart.

15
Dómararnir 4:11 Dómararnir

Nú hevði Heber Kenitur skilt seg frá Kenitum, frá sonum Hobab, ið var svágur Móses, og hann hevði reist tjøld síni á leiðunum yvir móti eikini í Za’anajim við Kedes.

15
Dómararnir 4:12 Dómararnir

Táið Sisera frætti, at Barak, sonur Abinoam, var farin niðan á Taborsfjall,

15
Dómararnir 4:13 Dómararnir

stevndi hann saman øllum vagnum sínum, 900 jarnvagnum, og øllum fólkinum, ið hann hevði við sær, úr Haroset-Haggojim til Kisonsløk.

15
Dómararnir 4:14 Dómararnir

Tá segði Debora við Barak: „Kom nú! Tí tað er í dag, HARRIN fer at geva Sisera í hendur tínar – er ikki HARRIN farin út undan tær!“ So fór Barak oman av Taborsfjalli, og hinir 10000 menninir fylgdu honum.

15
Dómararnir 4:15 Dómararnir

HARRIN loypti ræðslu á Sisera og allar vagnar og allan her hansara, so teir stóðu seg ikki móti Barak og svørði hansara. Sisera leyp av vagninum og flýddi til gongu.

15
Dómararnir 4:16 Dómararnir

Men Barak helt aftan á vagnunum og herinum líka til Haroset-Haggojim, og allur herur Sisera fall fyri svørði – ikki ein maður varð eftir.

15
Dómararnir 4:17 Dómararnir

Sisera flýddi – til gongu – til tjald Jaelar, konu Heber Kenit; tí friður var millum Jabin, kongin í Hazor, og hús Hebers Kenits.

15
Dómararnir 4:18 Dómararnir

Tá fór Jael út ímóti Sisera og segði við hann: „Kom inn, harri, kom inn hjá mær, óttast ikki!“ Hann fór tá inn í tjaldið til hennara, og hon breiddi teppi yvir hann.

15
Dómararnir 4:19 Dómararnir

Hann segði við hana: „Gev mær ein vatnsopa at drekka, eg eri so tystur!“ Hon loysti tá av mjólkarsekkinum og gav honum at drekka og breiddi so upp á hann aftur.

15
Dómararnir 4:20 Dómararnir

So segði hann við hana: „Statt har í tjalddurunum, og kemur onkur og spyr, um nakar er her, so sig nei!“

15
Dómararnir 4:21 Dómararnir

Men Jael, kona Heber, tók tjaldhæl og tók hamara í hondina, sníkti seg inn til hansara og sló hælin gjøgnum tinning hansara, so hann fór niður í jørðina; tí hann var sovnaður fast, við tað at hann var so móður. Soleiðis doyði hann.

15
Dómararnir 4:22 Dómararnir

Barak – sum elti Sisera – kom nú framvið. Tá fór Jael ímóti honum og segði við hann: „Kom, eg skal vísa tær mannin, ið tú leitar eftir!“ Hann fór tá inn til hennara, og har fekk hann at síggja Sisera liggja deyðan við tjaldhælinum gjøgnum tinningin.

15
Dómararnir 4:23 Dómararnir

Soleiðis læt Gud tann dagin Jabin, kongin í Kána’an, verða kúgaðan av Ísraelsmonnum.

15
Dómararnir 4:24 Dómararnir

Hond Ísraelsmanna kom at liggja tyngri og tyngri á Jabin, konginum í Kána’an, inntil teir heilt gjørdu enda á honum.

15
Dómararnir 5:7 Dómararnir

Ísrael fattaðist stýrismann, ja, líka inntil eg, Debora, steig fram, inntil eg steig fram, móðir í Ísrael.

6
Dómararnir 5:1 Dómararnir

Tá sungu Debora og Barak, sonur Abinoam, henda song:

5
Dómararnir 5:2 Dómararnir

„Lovið HARRANUM fyri, at høvdingar Ísraels fóru fyrstir í stríðið, og fólkið kom sjálvkravt!

5
Dómararnir 5:3 Dómararnir

Hoyrið, tit kongar, lurtið, tit høvdingar! Syngja skal eg, syngja um HARRAN, lovsyngja HARRANUM Gudi Ísraels.

5
Dómararnir 5:4 Dómararnir

HARRI, táið Tú fórt úr Se’ir, táið Tú gekst fram av Edomsmark, ristist jørðin, himlarnir dryppaðu, ja, skýggini lótu streyma niður vatn;

5
Dómararnir 5:5 Dómararnir

fjøllini nøtraðu fyri ásjón HARRANS, sjálvt Sinai, fyri ásjón HARRANS Guds Ísraels.

5
Dómararnir 5:6 Dómararnir

Á døgum Samgars, sonar Anats, á døgum Jaelar, lógu vegirnir í oyði, ferðafólkið sníkti seg eftir avsíðis gøtum.

5
Dómararnir 5:8 Dómararnir

Tey valdu sær nýggjar gudar – tá var stríð í portrunum! Ei var skjøldur at síggja, ei heldur spjót, hjá hinum fjøruti túsund Ísraels!

5
Dómararnir 5:9 Dómararnir

Hjarta mítt slær fyri høvdingum Ísraels og fyri teimum av fólkinum, ið sjálvkravdir komu. – Lovið HARRANUM!

5
Dómararnir 5:10 Dómararnir

Syngið, tit, ið ríða á ljósum eslum, tit, ið sita á teppum, tit, ið ganga á vegnum!

5
Dómararnir 5:11 Dómararnir

Hoyrið, hvussu tey spæla millum vatntrogini! Har lovsyngja tey frelsuverki HARRANS, verki Hansara sum stýrismanni Ísraels. – Tá fóru tey niður til portrini, fólk HARRANS.

5
Dómararnir 5:12 Dómararnir

Vakna, vakna, Debora, vakna, vakna, syng song! Reis teg, Barak, og leið burt fangar tínar, tú sonur Abinoam!

5
Dómararnir 5:13 Dómararnir

Tá fór Ísrael avstað sum kappar; sum veldigir krígsmenn helt fólk HARRANS fram.

5
Dómararnir 5:14 Dómararnir

Úr Efra’im fóru teir oman, sum hava rót sína á Amaleksfjalli; bróðir tín Benjamin var millum skarar tínar. Úr Makir komu høvdingar oman, úr Zebulon teir, ið bóru herhøvdingastav.

5
Dómararnir 5:15 Dómararnir

Høvdingarnir í Issakar fylgdu eftir Deboru, og Barak – í fótasporum hansara fylgdu teir oman í dalin. – Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar!

5
Dómararnir 5:16 Dómararnir

Hví vart tú sitandi millum fæbyrgini og lurtaði eftir hirðafloytunum? – Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar!

5
Dómararnir 5:17 Dómararnir

Gilead – hinumegin Jordan varð hann verandi í mak, og Dan – hví dvøldi hann við skipini? Aser sat stillur við sjóvarstrondina, við víkir sínar varð hann verandi í mak.

5
Dómararnir 5:18 Dómararnir

Zebulon var fólk, ið vágaði lívið, somuleiðis Naftali á fjøllum sínum.

5
Dómararnir 5:19 Dómararnir

Kongarnir komu, teir bardust; tá bardust kongar Kána’ans við Ta’anak, við vøtnini í Megiddo – herfong av silvuri fingu teir ikki!

5
Dómararnir 5:20 Dómararnir

Av himli bardust tær, stjørnurnar; av vegum sínum bardust tær við Sisera.

5
Dómararnir 5:21 Dómararnir

Kisonsløkur skolaði teir burt, hin eldgamli løkurin, Kisonsløkur. – Stíg fram, sál mín, við kraft!

5
Dómararnir 5:22 Dómararnir

Tá trampaðu hógvar hestanna, sum kapparnir hildu fram, hildu fram við øgiligari ferð!

5
Dómararnir 5:23 Dómararnir

– „Banna Meroz!“ segði eingil HARRANS; „banna teimum, ið har búgva, fyri tað at tey komu ikki HARRANUM til hjálpar – HARRANUM til hjálpar millum kapparnar!“

5
Dómararnir 5:24 Dómararnir

Signað millum kvinnur veri Jael, kona Heber Kenit, signað millum kvinnur í tjøldum!

5
Dómararnir 5:25 Dómararnir

Um vatn bað hann, mjólk gav hon honum, í dýrari skál bar hon fram róma.

5
Dómararnir 5:26 Dómararnir

Hondina rættir hon út eftir tjaldhælinum, høgru hond sína eftir smíðhamrinum; hon fellir Sisera, klývur høvd hansara, sorar tinning hansara, drívur hælin tvørtur ígjøgnum.

5