Dávid og Nátan

135 versir um "Dávid og Nátan"

Versir

Síða 1 av 3
Seinna Sámuelsbók 12:1 Seinna Sámuelsbók

HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: „Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur.

5
Seinna Sámuelsbók 12:2 Seinna Sámuelsbók

Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum;

5
Seinna Sámuelsbók 12:3 Seinna Sámuelsbók

men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara – og var honum sum dóttir.

5
Seinna Sámuelsbók 12:4 Seinna Sámuelsbók

Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið.“

5
Seinna Sámuelsbók 12:5 Seinna Sámuelsbók

Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: „So satt sum HARRIN livir – tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív!

5
Seinna Sámuelsbók 12:6 Seinna Sámuelsbók

Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn.“

5
Seinna Sámuelsbók 12:7 Seinna Sámuelsbók

Men Natan segði við Dávid: „Tú ert maðurin! – So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls;

5
Seinna Sámuelsbók 12:8 Seinna Sámuelsbók

Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda – og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað.

5
Seinna Sámuelsbók 12:9 Seinna Sámuelsbók

Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita.

5
Seinna Sámuelsbók 12:10 Seinna Sámuelsbók

Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum – aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína!

5
Seinna Sámuelsbók 12:11 Seinna Sámuelsbók

So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi.

5
Seinna Sámuelsbók 12:12 Seinna Sámuelsbók

Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi.“

5
Seinna Sámuelsbók 12:13 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við Natan: „Eg havi syndað móti HARRANUM!“ Natan segði við Dávid: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.

5
Seinna Sámuelsbók 12:14 Seinna Sámuelsbók

Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja.“

5
Seinna Sámuelsbók 12:15 Seinna Sámuelsbók

Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria – tað varð ógvuliga sjúkt.

5
Seinna Sámuelsbók 12:16 Seinna Sámuelsbók

Tá søkti Dávid Gud fyri barnið; Dávid fastaði, og táið hann kom heim, lá hann á gólvinum alla náttina.

5
Seinna Sámuelsbók 12:17 Seinna Sámuelsbók

Teir elstu í húsi hansara komu nú og vildu hava hann at reisa seg upp av gólvinum; men hann vildi ikki, og hann helt ikki máltíð saman við teimum.

5
Seinna Sámuelsbók 12:18 Seinna Sámuelsbók

Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: „Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!“

5
Seinna Sámuelsbók 12:19 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sínámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: „Er barnið deytt?“ Teir svaraðu: „Ja, hann er deyður!“

5
Seinna Sámuelsbók 12:20 Seinna Sámuelsbók

Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át.

5
Seinna Sámuelsbók 12:21 Seinna Sámuelsbók

Tá søgdu tænarar hansara við hann: „Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!“

5
Seinna Sámuelsbók 12:22 Seinna Sámuelsbók

Hann svaraði: „So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: „Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!“

5
Seinna Sámuelsbók 12:23 Seinna Sámuelsbók

Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!“

5
Seinna Sámuelsbók 12:24 Seinna Sámuelsbók

So troystaði Dávid Batsebu, konu sína; og hann fór inn til hennara og lá hjá henni; og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN;

5
Seinna Sámuelsbók 12:25 Seinna Sámuelsbók

og Hann sendi boð við Natan profeti, sum fyri HARRANS skuld gav honum navnið Jedidja.

5
Seinna Sámuelsbók 12:26 Seinna Sámuelsbók

Jóab gjørdi álop á Rabba í Ammon og tók kongastaðin.

5
Seinna Sámuelsbók 12:27 Seinna Sámuelsbók

Tá sendi Jóab Dávidi boð og læt siga: „Eg havi gjørt álop á Rabba og tikið vatnbýin.

5
Seinna Sámuelsbók 12:28 Seinna Sámuelsbók

Savna nú tú tað, ið eftir er av fólkinum, saman, so tú kanst kringseta býin og taka hann! Tað má ikki vera eg, ið taki býin, so eg fái orð fyri tað.“

5
Seinna Sámuelsbók 12:29 Seinna Sámuelsbók

Dávid savnaði tá alt fólkið og fór til Rabba; og hann herjaði á hann og tók hann.

5
Seinna Sámuelsbók 12:30 Seinna Sámuelsbók

Hann tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli og vigaði eina talent, og dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur ógvuligan fong, sum hann hevði tikið í býnum.

5
Seinna Sámuelsbók 12:31 Seinna Sámuelsbók

Fólkið, ið búði har, flutti hann burtur og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og jarnøksirnar og læt tað træla við tigulovnarnar. So gjørdi hann við allar býir Ammonita. Síðani fór Dávid og allur herurin aftur til Jerusalem.

5
Seinna Sámuelsbók 7:3 Seinna Sámuelsbók

Natan svaraði konginum: „Ger bert alt, ið tú hevur í huga! Tí HARRIN er við tær.“

3
Seinna Sámuelsbók 1:1 Seinna Sámuelsbók

Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag.

2
Seinna Sámuelsbók 1:2 Seinna Sámuelsbók

Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum.

2
Seinna Sámuelsbók 1:3 Seinna Sámuelsbók

Dávid spurdi hann: „Hvaðani kemur tú?“ Hann svaraði: „Eg eri flýddur úr heri Ísraels.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:4 Seinna Sámuelsbók

Dávid segði við hann: „Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!“ Hann svaraði: „Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:5 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: „Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?“

2
Seinna Sámuelsbók 1:6 Seinna Sámuelsbók

Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: „Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann.

2
Seinna Sámuelsbók 1:7 Seinna Sámuelsbók

Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: „Her eri eg!“

2
Seinna Sámuelsbók 1:8 Seinna Sámuelsbók

Hann spurdi: „Hvør ert tú?“ Eg svaraði: „Eg eri Amalekitur.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:9 Seinna Sámuelsbók

Tá segði hann við meg: „Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:10 Seinna Sámuelsbók

Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:11 Seinna Sámuelsbók

Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru.

2
Seinna Sámuelsbók 1:12 Seinna Sámuelsbók

Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði.

2
Seinna Sámuelsbók 1:13 Seinna Sámuelsbók

Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: „Hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.“

2
Seinna Sámuelsbók 1:14 Seinna Sámuelsbók

Dávid segði við hann: „Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?“

2
Seinna Sámuelsbók 1:15 Seinna Sámuelsbók

– So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: „Kom higar og høgg hann niður!“ Og hann drap hann.

2
Seinna Sámuelsbók 1:16 Seinna Sámuelsbók

Dávid segði við hann: „Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: „Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.““

2
Seinna Sámuelsbók 1:17 Seinna Sámuelsbók

Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,

2
Seinna Sámuelsbók 1:18 Seinna Sámuelsbók

og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“* – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“**:

2