Dávid og Jónatan
99 versir um "Dávid og Jónatan"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Sámuelsbók 20:20 Fyrra Sámuelsbók
Eg skal tá vera har nærhendis og skjóta til máls við trimum pílum.
Fyrra Sámuelsbók 20:21 Fyrra Sámuelsbók
Síðani skal eg senda tænara mín avstað at henta pílarnar upp; sigi eg tá við tænaran: „Hygg, pílarnir liggja hesumegin teg, tak teir!“ – so kanst tú koma, tí tá kanst tú vera tryggur, og eingin vandi er – so satt sum HARRIN livir!
Fyrra Sámuelsbók 20:22 Fyrra Sámuelsbók
Men sigi eg við drongin: „Hygg, pílarnir liggja handan fyri teg, far longur!“ – so flýggja, tí so vil HARRIN hava teg at fara avstað!
Fyrra Sámuelsbók 20:23 Fyrra Sámuelsbók
Men viðvíkjandi tí, sum vit báðir hava tosað saman, er HARRIN vitni millum meg og teg til ævigar tíðir!“
Fyrra Sámuelsbók 20:24 Fyrra Sámuelsbók
Dávid krógvaði seg nú úti á markini. Táið sólkomudagurin kom, settist kongurin til borðs at eta.
Fyrra Sámuelsbók 20:25 Fyrra Sámuelsbók
Kongurin sat í tí sessinum, sum hann var vanur, í sessinum við bróstið; Jónatan stóð, og Abner settist undir liðini á Saul. Men sessur Dávids stóð tómur.
Fyrra Sámuelsbók 20:26 Fyrra Sámuelsbók
Tann dagin segði Saul tó einki, tí hann hugsaði: „Okkurt hevur hent hann, so at hann er ikki reinur – óivað er hann ikki reinur!“
Fyrra Sámuelsbók 20:27 Fyrra Sámuelsbók
Men táið sessur Dávids stóð tómur dagin eftir við, dagin eftir sólkomudagin, segði Saul við Jónatan, son sín: „Hví er sonur Ísai hvørki í gjár ella í dag komin til borðs?“
Fyrra Sámuelsbók 20:28 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan svaraði Saul: „Dávid bønaði meg at geva sær loyvi at fara til Betlehem;
Fyrra Sámuelsbók 20:29 Fyrra Sámuelsbók
hann segði: „Lat meg sleppa! Tí ætt okkara heldur offurhøgtíð har í býnum, og beiggi hevur sjálvur álagt mær at koma; havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so loyv mær at fara heim, so eg fái vitjað brøður mínar!“ – Tí er hann ikki komin til borð kongsins.“
Fyrra Sámuelsbók 20:30 Fyrra Sámuelsbók
Tá tendraðist vreiði Sauls móti Jónatan, og hann segði við hann: „Tú sonur rangvørga og treiska kvinnu! Veit eg ikki, at tú ert vinmaður sonar Ísai – til vanæru fyri teg sjálvan og til vanæru fyri blygd móður tínar!
Fyrra Sámuelsbók 20:31 Fyrra Sámuelsbók
Tí so leingi sum sonur Ísai er til á jørðini, standa bæði tú og kongadømi títt á ótryggari grund! Send tí boð og fá mær hann higar, tí hann er deyðamaður!“
Fyrra Sámuelsbók 20:32 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan svaraði Saul, faðir sínum: „Hví skal hann verða dripin? Hvat hevur hann gjørt?“
Fyrra Sámuelsbók 20:33 Fyrra Sámuelsbók
Men Saul kastaði spjótið eftir honum og ætlaði at fella hann; tá dugdi Jónatan at síggja, at faðir hansara hevði sett í seg at drepa Dávid.
Fyrra Sámuelsbók 20:34 Fyrra Sámuelsbók
Og Jónatan reistist frá borðinum í brennandi vreiði og leskaði einki dagin eftir sólkomudagin; tí hann syrgdi sárt um Dávid, við tað at faðir hansara hevði háðað hann.
Fyrra Sámuelsbók 20:35 Fyrra Sámuelsbók
Morgunin eftir fór Jónatan út á markina, um ta tíðina sum hann hevði gjørt av við Dávid, og hann hevði smádrong við sær.
Fyrra Sámuelsbók 20:36 Fyrra Sámuelsbók
Hann segði nú við drongin: „Leyp avstað og leita eftir pílunum, ið eg skjóti!“ Drongurin leyp avstað, og hann skeyt pílin av tvørtur yvir honum.
Fyrra Sámuelsbók 20:37 Fyrra Sámuelsbók
Táið drongurin kom, hagar pílurin lá, sum Jónatan hevði skotið, rópti Jónatan til drongin: „Liggur pílurin ikki handan fyri teg?“
Fyrra Sámuelsbók 20:38 Fyrra Sámuelsbók
Síðani rópti Jónatan á drongin: „Ver skjótur, skunda tær, statt ikki har!“ So hentaði drongur Jónatans pílarnar upp og bar harra sínum teir.
Fyrra Sámuelsbók 20:39 Fyrra Sámuelsbók
Men drongurin visti einki um nakað; tað vóru bert Jónatan og Dávid, sum vistu, hvat hetta hevði at týða.
Fyrra Sámuelsbók 20:40 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan fekk síðani drongi sínum vápnini og segði við hann: „Far heim í býin við teimum!“
Fyrra Sámuelsbók 20:41 Fyrra Sámuelsbók
Táið drongurin var farin, reistist Dávid sunnan fyri [steinin], og hann fall á andlit sítt til jarðar og boygdi seg tríggjar ferðir; teir kystu hvør annan og grótu saman; Dávid græt hart.
Fyrra Sámuelsbók 20:42 Fyrra Sámuelsbók
Síðani segði Jónatan við Dávid: „Far í friði! Tað, ið vit báðir hava svorið í navni HARRANS, táið vit søgdu: „HARRIN skal vera vitni millum meg og teg og millum ætt mína og ætt tína til ævigar tíðir“, [tað skal standa fast!“]
Fyrra Sámuelsbók 18:5 Fyrra Sámuelsbók
So fór Dávid í bardagan; allastaðni sum Saul sendi hann, hevði hann eydnuna við sær; tí setti Saul hann yvir herfólkið, og hann var væl dámdur av øllum fólkinum, eisini av tænarum Sauls.
Fyrra Sámuelsbók 18:6 Fyrra Sámuelsbók
Men táið teir komu heim – táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran – fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli.
Fyrra Sámuelsbók 18:7 Fyrra Sámuelsbók
Og kvinnurnar, ið dansaðu, sungu: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!“
Fyrra Sámuelsbók 18:8 Fyrra Sámuelsbók
Tá kom ógvuliga ilt í Saul; hesi orð dámdi honum illa, og hann segði: „Dávidi geva tær tíggjutúsund, og mær geva tær túsund – nú er einki eftir hjá honum uttan at fáa kongadømið!“
Fyrra Sámuelsbók 18:9 Fyrra Sámuelsbók
– Frá tí degi hevði Saul ilt eyga á Dávidi.
Fyrra Sámuelsbók 18:10 Fyrra Sámuelsbók
Dagin eftir kom illur andi frá Gudi á Saul, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid spældi á hørpuni, sum hann hvønn dag var vanur. Saul hevði spjót í hondini,
Fyrra Sámuelsbók 18:11 Fyrra Sámuelsbók
og tað kastaði hann og hugsaði: „Eg skal renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið!“ Men Dávid hevði seg undan tvær ferðir.
Fyrra Sámuelsbók 18:12 Fyrra Sámuelsbók
Tá fór Saul at ræðast Dávid, við tað at HARRIN var við honum – men frá Saul var Hann vikin.
Fyrra Sámuelsbók 18:13 Fyrra Sámuelsbók
Tí læt Saul hann frá sær og setti hann til høvuðsmann yvir túsund; og hann fór út í bardaga og heimaftur, á odda hjá hermonnunum.
Fyrra Sámuelsbók 18:14 Fyrra Sámuelsbók
Eydnan var við Dávidi í øllum, sum hann tók sær fyri – tí HARRIN var við honum.
Fyrra Sámuelsbók 18:15 Fyrra Sámuelsbók
Táið Saul sá, hvussu eydnan var við honum, ræddist hann hann enn meiri.
Fyrra Sámuelsbók 18:16 Fyrra Sámuelsbók
Men alt Ísrael og Juda elskaði Dávid; tí hann fór út í bardaga og heimaftur á odda hjá teimum.
Fyrra Sámuelsbók 18:17 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við Dávid: „Hygg, her er hin eldra dóttir mín, Merab, hana skal eg lata teg fáa til konu – lat meg nú bert síggja, at tú ert djarvur hermaður og stríðir í bardøgum HARRANS!“ – Tí Saul hugsaði: „Hann skal ikki falla fyri hond míni, nei, Filistarar skulu fella hann!“
Fyrra Sámuelsbók 18:18 Fyrra Sámuelsbók
Men Dávid svaraði Saul: „Hvør eri eg, og hvat er fólk mítt, ætt faðirs míns í Ísrael, at eg skuldi verðið dótturmaður kongs!“
Fyrra Sámuelsbók 18:19 Fyrra Sámuelsbók
– Men táið tíðin kom, at Merab, dóttir Saul, skuldi verða givin Dávidi til konu, varð hon givin Adriel úr Mehola.
Fyrra Sámuelsbók 18:20 Fyrra Sámuelsbók
Nú var Mikal, dóttir Saul, so góð við Dávid. Hetta fekk Saul at vita, og honum dámdi tað væl;
Fyrra Sámuelsbók 18:21 Fyrra Sámuelsbók
tí Saul hugsaði: „Eg skal lata hann fáa hana, fyri at hon kann verða honum snerra, so hann fellur fyri filistarahond!“ Saul segði tí við Dávid: „Við hini dóttur míni skalt tú í dag verða dótturmaður mín!“
Fyrra Sámuelsbók 18:22 Fyrra Sámuelsbók
Og Saul gav tænarum sínum hetta boð: „Tutlið Dávidi hetta í oyrað: „Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara eru góðir við teg; verð tí nú dótturmaður kongs!““
Fyrra Sámuelsbók 18:23 Fyrra Sámuelsbók
Men táið tænarar Sauls tosaðu hetta við Dávid, svaraði hann: „Halda tit tað vera smávegis, at verða dótturmaður kongs? – Eg eri jú fátækur maður og havi lítið at týða!“
Fyrra Sámuelsbók 18:24 Fyrra Sámuelsbók
Tænarar Sauls bóru honum nú hetta aftur og søgdu: „So og so segði Dávid.“
Fyrra Sámuelsbók 18:25 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul: „So skulu tit siga við Dávid: „Kongur vil einki annað hava í brúðarkeyp enn 100 filistarayvirhúðir – so hann fær hevnt seg á fíggindar sínar!““ – Tí Saul vónaði at fáa Dávid feldan fyri filistarahond.
Fyrra Sámuelsbók 18:26 Fyrra Sámuelsbók
Táið tænarar hansara bóru Dávidi hesi orð, játtaði hann fegin at verða dótturmaður kongs. Og áðrenn tíðin var úti,
Fyrra Sámuelsbók 18:27 Fyrra Sámuelsbók
gjørdi Dávid seg til, fór avstað við monnum sínum og drap 200 Filistarar; Dávid kom so við yvirhúðum teirra og legði tær í fullum tali fram fyri kongin – so hann kundi verða dótturmaður hansara. Tá gav Saul honum dóttur sína Mikal til konu.
Fyrra Sámuelsbók 18:28 Fyrra Sámuelsbók
Men Saul sá og skilti, at HARRIN var við Dávidi, og at alt Ísrael elskaði hann.
Fyrra Sámuelsbók 18:29 Fyrra Sámuelsbók
Tá ræddist Saul Dávid enn meiri, og Saul varð fíggindi Dávids alla tíð sína.
Fyrra Sámuelsbók 18:30 Fyrra Sámuelsbók
Men filistarahøvdingarnir herjaðu á í bardaganum, og hvørja ferð teir herjaðu á, hevði Dávid meiri eydnu við sær enn allir hermenn Sauls, so at navn hansara varð víða gitið.