Dávid og Jónatan
99 versir um "Dávid og Jónatan"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Sámuelsbók 18:3 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan gjørdi sáttmála við Dávid, tí hann elskaði hann sum sína egnu sál.
Seinna Sámuelsbók 1:1 Seinna Sámuelsbók
Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag.
Seinna Sámuelsbók 1:2 Seinna Sámuelsbók
Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum.
Seinna Sámuelsbók 1:3 Seinna Sámuelsbók
Dávid spurdi hann: „Hvaðani kemur tú?“ Hann svaraði: „Eg eri flýddur úr heri Ísraels.“
Seinna Sámuelsbók 1:4 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!“ Hann svaraði: „Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir.“
Seinna Sámuelsbók 1:5 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: „Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?“
Seinna Sámuelsbók 1:6 Seinna Sámuelsbók
Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: „Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann.
Seinna Sámuelsbók 1:7 Seinna Sámuelsbók
Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: „Her eri eg!“
Seinna Sámuelsbók 1:8 Seinna Sámuelsbók
Hann spurdi: „Hvør ert tú?“ Eg svaraði: „Eg eri Amalekitur.“
Seinna Sámuelsbók 1:9 Seinna Sámuelsbók
Tá segði hann við meg: „Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn.“
Seinna Sámuelsbók 1:10 Seinna Sámuelsbók
Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín.“
Seinna Sámuelsbók 1:11 Seinna Sámuelsbók
Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru.
Seinna Sámuelsbók 1:12 Seinna Sámuelsbók
Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði.
Seinna Sámuelsbók 1:13 Seinna Sámuelsbók
Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: „Hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.“
Seinna Sámuelsbók 1:14 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?“
Seinna Sámuelsbók 1:15 Seinna Sámuelsbók
– So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: „Kom higar og høgg hann niður!“ Og hann drap hann.
Seinna Sámuelsbók 1:16 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: „Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.““
Seinna Sámuelsbók 1:17 Seinna Sámuelsbók
Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,
Seinna Sámuelsbók 1:18 Seinna Sámuelsbók
og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“* – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“**:
Seinna Sámuelsbók 1:19 Seinna Sámuelsbók
„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum – á, at hetjurnar skuldu falla!
Seinna Sámuelsbók 1:20 Seinna Sámuelsbók
Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon – so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
Seinna Sámuelsbók 1:21 Seinna Sámuelsbók
Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.
Seinna Sámuelsbók 1:22 Seinna Sámuelsbók
Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
Seinna Sámuelsbók 1:23 Seinna Sámuelsbók
Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.
Seinna Sámuelsbók 1:24 Seinna Sámuelsbók
Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara!
Seinna Sámuelsbók 1:25 Seinna Sámuelsbók
Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
Seinna Sámuelsbók 1:26 Seinna Sámuelsbók
Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.
Seinna Sámuelsbók 1:27 Seinna Sámuelsbók
– Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“
Fyrra Sámuelsbók 18:1 Fyrra Sámuelsbók
Táið Dávid var liðugur at tosa við Saul, varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál.
Fyrra Sámuelsbók 18:2 Fyrra Sámuelsbók
Sama dag tók Saul hann til sín og gav honum ikki loyvi at fara heimaftur til faðir sín.
Fyrra Sámuelsbók 18:4 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan læt seg úr kappanum, sum hann var í, og gav Dávidi hann, somuleiðis herklæði síni, ja, enntá svørð sítt, boga sín og belti sítt.
Fyrra Sámuelsbók 20:1 Fyrra Sámuelsbók
Men Dávid flýddi úr Najot við Rama og kom og segði við Jónatan: „Hvat havi eg gjørt! Hvat er misbrot mítt, og hvat havi eg syndað móti faðir tínum, síðani hann liggur mær eftir lívinum!“
Fyrra Sámuelsbók 20:2 Fyrra Sámuelsbók
Hann svaraði: „Tað skal aldri verða! Tú skalt ikki doyggja! Tú veitst, at pápi ger einki, hvørki stórt ella lítið, uttan hann letur meg vita av; hví skuldi pápi tá dult hetta fyri mær! Einki er í hasum!“
Fyrra Sámuelsbók 20:3 Fyrra Sámuelsbók
Men Dávid gjørdi eið upp á tað og segði: „Faðir tín veit fullvæl, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, og tí hugsar hann sum so: „Hetta má Jónatan ikki fáa at vita, tí so verður hann ringur!“ Men so satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir: Ikki er meir enn eitt stig millum meg og deyðan!“
Fyrra Sámuelsbók 20:4 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Jónatan við Dávid: „Alt tað, ið tú vilt, skal eg gera fyri teg!“
Fyrra Sámuelsbók 20:5 Fyrra Sámuelsbók
Dávid svaraði Jónatan: „Í morgin er jú sólkomudagur, og tá skuldi eg sitið til borðs við kongi; men lat meg nú sleppa avstað, so skal eg krógva meg úti á markini inntil á kvøldi í ovurmorgin!
Fyrra Sámuelsbók 20:6 Fyrra Sámuelsbók
Saknar so faðir tín meg, skalt tú siga: „Dávid bønaði meg um loyvi at gera eina stutta ferð heim til Betlehem, við tað at øll ætt hansara nú ber fram árliga sláturoffur sítt har.“
Fyrra Sámuelsbók 20:7 Fyrra Sámuelsbók
Sigur hann tá: „Tað er gott!“ so er tænari tín vandaleysur; men verður hann illur, so kanst tú vera vísur í, at hann hevur sett sær fyri at gera mær eina vanlukku.
Fyrra Sámuelsbók 20:8 Fyrra Sámuelsbók
Vís tá góðsku móti tænara tínum, síðani tú hevur latið tænara tín gera sáttmála við teg fyri ásjón HARRANS! Men er nakað misbrot hjá mær, so drep tú meg! Hví skalt tú fara til faðir tín við mær?“
Fyrra Sámuelsbók 20:9 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan svaraði: „Tað skal aldri verða! Verður tað so, at eg komi at síggja, at pápi hevur sett sær fyri at gera tær eina vanlukku, skuldi eg so ikki latið teg vitað tað!“
Fyrra Sámuelsbók 20:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Dávid við Jónatan: „Men hvør skal siga mær frá, um faðir tín svarar tær harðliga?“
Fyrra Sámuelsbók 20:11 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan svaraði Dávidi: „Kom, lat okkum fara út á markina!“ – Teir fóru tá út á markina báðir.
Fyrra Sámuelsbók 20:12 Fyrra Sámuelsbók
Og Jónatan segði við Dávid: „HARRIN Gud Ísraels er vitni: Táið eg um hesa tíðina í morgin ella í ovurmorgin fregnist um sinnalag pápa og síggi, at hann er Dávidi vælsintur, so skal eg vissuliga senda tær boð og lata teg vita tað.
Fyrra Sámuelsbók 20:13 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN lati gangast Jónatan illa bæði nú og hereftir, um eg, um so er at pápi hevur ilt í huga móti tær, ikki lati teg vita tað og hjálpi tær burtur, so tú fært farið í friði! Og HARRIN veri við tær, sum Hann hevur verið við pápa!
Fyrra Sámuelsbók 20:14 Fyrra Sámuelsbók
Og vilt tú ikki, soframt sum eg enn livi tá* – vilt tú tá ikki gera miskunn HARRANS móti mær og ikki lata meg doyggja?
Fyrra Sámuelsbók 20:15 Fyrra Sámuelsbók
Aldri nakrantíð skalt tú taka góðsku tína frá húsi mínum, heldur ikki, táið HARRIN ger enda á fíggindum Dávids og beinir teir burtur av jørðini, hvønn ein!“
Fyrra Sámuelsbók 20:16 Fyrra Sámuelsbók
So gjørdi Jónatan sáttmála við hús Dávids og segði: „HARRIN taki hevnd yvir fíggindar Dávids!“
Fyrra Sámuelsbók 20:17 Fyrra Sámuelsbók
Og Jónatan tók eina ferð enn Dávid í eið um kærleik sín til hansara; tí hann elskaði hann sum sína egnu sál.
Fyrra Sámuelsbók 20:18 Fyrra Sámuelsbók
Jónatan segði nú við hann: „Í morgin er sólkomudagur; tá verður tú saknaður, táið sessur tín stendur tómur.
Fyrra Sámuelsbók 20:19 Fyrra Sámuelsbók
Í ovurmorgin skalt tú so skunda tær oman, hagar sum tú krógvaði teg, tann dagin ið illgerðin skuldi verða gjørd; set teg við Ezelstein.