Dávid og Goljat
90 versir um "Dávid og Goljat"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Sámuelsbók 17:51 Fyrra Sámuelsbók
Síðani leyp Dávid fram og stóð tætt hjá Filistaranum, tók svørð hansara, dró tað úr slíðrunum og gav honum deyðasting og høgdi høvdið av honum við tí. Táið Filistarar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir.
Fyrra Sámuelsbók 17:52 Fyrra Sámuelsbók
Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa’arajim og líka til Gat og Ekron.
Fyrra Sámuelsbók 17:53 Fyrra Sámuelsbók
So eltu Ísraelsmenn ikki Filistarar longur, men vendu aftur og rændu tilhald teirra.
Fyrra Sámuelsbók 17:54 Fyrra Sámuelsbók
Dávid tók høvd Filistarans og hevði tað við sær til Jerusalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.
Fyrra Sámuelsbók 17:55 Fyrra Sámuelsbók
Táið Saul sá Dávid fara móti Filistaranum, segði hann við Abner, herhøvdingan: „Hvør eigur handa unga drongin, Abner?“ Abner svaraði: „So satt sum tú livir, kongurin, eg veit tað ikki!“
Fyrra Sámuelsbók 17:56 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði kongurin: „Fá at vita, hvør ið eigur handa unga drongin!“
Fyrra Sámuelsbók 17:57 Fyrra Sámuelsbók
Táið so Dávid kom aftur, eftir at hann hevði dripið Filistaran, tók Abner hann og fór fram fyri Saul við honum; og hann hevði høvd Filistarans í hondini.
Fyrra Sámuelsbók 17:58 Fyrra Sámuelsbók
Saul segði tá við hann: „Hvørs sonur ert tú, unglingi?“ Dávid svaraði: „Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.“
Fyrra Sámuelsbók 16:1 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN segði við Sámuel: „Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.“
Fyrra Sámuelsbók 16:2 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel svaraði: „Hvussu kann eg tað! Fær Saul tað at frætta, so drepur hann meg!“ Men HARRIN segði: „Hav kvígu við tær og sig: „Eg eri komin at ofra til HARRAN!“
Fyrra Sámuelsbók 16:3 Fyrra Sámuelsbók
Og bjóða Ísai til offurmáltíðina! So skal Eg lata teg vita, hvat tú skalt gera; tú skalt salva Mær tann, ið Eg sigi tær!“
Fyrra Sámuelsbók 16:4 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel gjørdi nú, sum HARRIN segði. Táið hann kom til Betlehem, komu hinir elstu í býnum ræddir í huga móti honum og søgdu: „Er tað fyri góðum, tú kemur?“
Fyrra Sámuelsbók 16:5 Fyrra Sámuelsbók
Hann svaraði: „Ja! Eg eri komin at ofra til HARRAN. Halgið tykkum og komið við mær til offurmáltíðina!“ Og hann læt Ísai og synir hansara halga seg og beyð teimum til offurmáltíðina.
Fyrra Sámuelsbók 16:6 Fyrra Sámuelsbók
Táið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: „Vissuliga stendur har hin salvaði HARRANS fyri Honum!“
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Fyrra Sámuelsbók 16:8 Fyrra Sámuelsbók
So rópti Ísai Abinadab og læt hann ganga fram fyri Sámuel; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“
Fyrra Sámuelsbók 16:9 Fyrra Sámuelsbók
Ísai læt nú Samma ganga fram; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“
Fyrra Sámuelsbók 16:10 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: „HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!“
Fyrra Sámuelsbók 16:11 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel spurdi nú Ísai: „Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?“ Hann svaraði: „Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.“ Tá segði Sámuel við Ísai: „Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur!“
Fyrra Sámuelsbók 16:12 Fyrra Sámuelsbók
So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: „Reis teg og salva hann, tí hann er tað!“
Fyrra Sámuelsbók 16:13 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.
Fyrra Sámuelsbók 16:14 Fyrra Sámuelsbók
Eftir at Andi HARRANS var vikin frá Saul, plágaðist hann av illum anda frá HARRANUM.
Fyrra Sámuelsbók 16:15 Fyrra Sámuelsbók
Tænarar Sauls søgdu tá við hann: „Vit síggja, at illur andi frá Gudi plágar teg.
Fyrra Sámuelsbók 16:16 Fyrra Sámuelsbók
Sig bert eitt orð, harri – tænarar tínir standa til reiðar at leita upp mann, sum kønur er at spæla á hørpu! Táið tá hin illi andin frá Gudi kemur á teg, skal hann spæla á hørpu síni – so fer tær at vita betur við!“
Fyrra Sámuelsbók 16:17 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við tænarar sínar: „Ja, finnið mær ein mann, ið dugir væl at spæla, og fáið mær hann higar!“
Fyrra Sámuelsbók 16:18 Fyrra Sámuelsbók
Ein av tænarunum tók til orða og segði: „Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.“
Fyrra Sámuelsbók 16:19 Fyrra Sámuelsbók
Saul sendi so Ísai boð og læt siga: „Send mær son tín Dávid, sum situr hjá smáfænum!“
Fyrra Sámuelsbók 16:20 Fyrra Sámuelsbók
Tá tók Ísai eitt esil, sum hann læt bera breyð, skinnsekk við víni og eitt geitarlamb, og sendi Saul tað við syni sínum Dávidi.
Fyrra Sámuelsbók 16:21 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis kom Dávid til Saul og fór í tænastu hjá honum. Saul varð ógvuliga góður við hann, og hann hevði hann at bera vápn síni.
Fyrra Sámuelsbók 16:22 Fyrra Sámuelsbók
Og Saul sendi boð til Ísai og læt siga: „Lat Dávid verða verandi í tænastu hjá mær, tí hann hevur funnið náði fyri eygum mínum!“
Fyrra Sámuelsbók 16:23 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú hin illi andin frá Gudi kom á Saul, tók Dávid hørpuna og spældi á henni; so lætnaði hjá Saul; hann varð frægari, og hin illi andin veik frá honum.
Fyrra Sámuelsbók 21:9 Fyrra Sámuelsbók
Presturin svaraði: „Jú, svørð Goliats Filistara, hansara, sum tú drapst í Eikidali, tað hongur ballað inn í klæði aftan fyri lívkyrtilin. Vilt tú hava tað, so tak tað! Her er einki annað svørð.“ Tá segði Dávid: „Einki er móti tí, gev mær tað!“
Seinna Sámuelsbók 21:19 Seinna Sámuelsbók
Enn eina ferð var við Gob bardagi við Filistarar; Elhanan Betlehemitur, sonur Ja’are-Orgim, feldi tá Goliat Gatit, ið hevði spjótskaft líkt vevbummi.
Fyrra Krønikubók 20:5 Fyrra Krønikubók
Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja’ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gatit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.