Dávid dansaði

23 versir um "Dávid dansaði"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Sámuelsbók 6:14 Seinna Sámuelsbók

Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.

11
Sálmarnir 149:3 Sálmarnir

Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.

5
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir

Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!

5
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir

Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!

5
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir

Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!

5
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir

Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!

5
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir

Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!

5
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir

Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!

5
Seinna Sámuelsbók 6:20 Seinna Sámuelsbók

Men táið Dávid kom heimaftur at signa hús sítt, kom Mikal, dóttir Saul, út ímóti honum og segði: „Tað er ikki eiti, sum kongur Ísraels er ærdur í dag, hann, sum í dag hevur gingið nakin, so arbeiðskonur tænara hansara hava sæð, eins og skammleys fólk plaga at gera!“

3
Sálmarnir 30:11 Sálmarnir

HARRI, hoyr og ver mær náðigur, HARRI, ver hjálpari mín!“

3
Sálmarnir 149:1 Sálmarnir

Halleluja! – Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heilagu!

3
Sálmarnir 149:2 Sálmarnir

Ísrael skal gleðast í skapara sínum, børn Zions skulu frøast í kongi sínum.

3
Sálmarnir 149:4 Sálmarnir

Tí HARRIN hevur tokka til fólk Sítt, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu.

3
Sálmarnir 149:5 Sálmarnir

Tey, sum óttast Gud, skulu frøast í dýrd, tey skulu rópa av gleði á legum sínum.

3
Sálmarnir 149:6 Sálmarnir

Lovsongur til Gud er í munni teirra, og tvíeggjað svørð í hond teirra

3
Sálmarnir 149:7 Sálmarnir

fyri at fullføra hevnd á heidningunum, straff á fólkasløgunum,

3
Sálmarnir 149:8 Sálmarnir

fyri at binda kongar teirra við leinkjum, stórmenn teirra við jarnketum,

3
Sálmarnir 149:9 Sálmarnir

fyri at fullføra fyriskrivaðan dóm á teimum. – Hetta er øllum hinum heilagu Hansara heiður. – Halleluja!

3
Prædikarin 3:4 Prædikarin

at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;

3
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók

Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.

2
Fyrra Sámuelsbók 18:6 Fyrra Sámuelsbók

Men táið teir komu heim – táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran – fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli.

2
Fyrra Sámuelsbók 18:7 Fyrra Sámuelsbók

Og kvinnurnar, ið dansaðu, sungu: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!“

2
Fyrra Krønikubók 15:29 Fyrra Krønikubók

Men táið sáttmálaørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa, vanvirdi hon hann í hjartanum.

2