Dávid
10 versir um "Dávid"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 13:22 Ápostlasøgan
Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: „Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.“
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Fyrra Sámuelsbók 16:13 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.
Fyrra Krønikubók 18:14 Fyrra Krønikubók
Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og hann gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum.
Ezekiel 34:23 Ezekiel
Eg skal reisa upp hirða yvir teir, og Hann skal røkta teir – tænara Mín Dávid; Hann skal røkta teir, Hann skal vera hirði teirra.