Darwin
38 versir um "Darwin"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið
Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Job 12:7 Job
Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –
Job 12:8 Job
ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!
Job 12:9 Job
Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 104:24 Sálmarnir
– Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.
Orðtøkini 8:22 Orðtøkini
Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað.
Orðtøkini 8:23 Orðtøkini
Frá ævunum eri eg vorðin til, frá upphavi, áðrenn jørðin var.
Orðtøkini 8:24 Orðtøkini
Táið avgrundirnar ikki vóru til enn, varð eg føddur, áðrenn nakrar keldur, fullar av vatni, vóru til.
Orðtøkini 8:25 Orðtøkini
Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur,
Orðtøkini 8:26 Orðtøkini
áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis.
Orðtøkini 8:27 Orðtøkini
Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið.
Orðtøkini 8:28 Orðtøkini
Táið Hann festi skýggini í erva og gav keldunum í djúpinum fasta stað teirra,
Orðtøkini 8:29 Orðtøkini
táið Hann setti sjónum mark, so vøtnini fara ikki longur, enn Hann sigur til, táið Hann legði grundvøllir jarðar
Orðtøkini 8:30 Orðtøkini
– tá var eg verkstjóri Hansara, og eg var gleði Hansara dag eftir dag; altíð spældi eg fyri ásjón Hansara;
Orðtøkini 8:31 Orðtøkini
eg spældi á allari jørð Hansara, so víð sum hon var, og gleði mína hevði eg í menniskjabørnunum.
Esaias 40:28 Esaias
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
Esaias 45:12 Esaias
Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.
Jeremias 10:12 Jeremias
Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Ápostlasøgan 17:24 Ápostlasøgan
Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;
Ápostlasøgan 17:25 Ápostlasøgan
Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Ápostlasøgan 17:27 Ápostlasøgan
fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann – tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.
Ápostlasøgan 17:28 Ápostlasøgan
Tí í Honum liva, rørast og eru vit – sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“
Kolossibrævið 1:16 Kolossibrævið
Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,
Kolossibrævið 1:17 Kolossibrævið
Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi.
Fyrsta Mósebók 1:24 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Orðtøkini 3:19 Orðtøkini
Við vísdómi hevur HARRIN grundfest jørðina; við viti hevur Hann bygt himmalin.
Orðtøkini 3:20 Orðtøkini
Við kunnskapi Hansara streymaðu hini djúpu vøtn fram, og við honum lata skýggini døgg dryppa niður.