dári

38 versir um "dári"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 18:2 Orðtøkini

Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr.

9
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini

At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.

5
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini

Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.

5
Orðtøkini 18:6 Orðtøkini

Varrar dárans volda kjak, og muður hansara rópar eftir sløgum.

4
Orðtøkini 29:9 Orðtøkini

Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur.

4
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini

Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.

3
Matteus 5:22 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.

3
Sálmarnir 14:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.

2
Orðtøkini 10:23 Orðtøkini

Dáranum er tað stuttleiki at gera skammleysar gerðir, men vísdómur er hinum vitiga manni lystur.

2
Orðtøkini 14:7 Orðtøkini

Far frá dáranum – ei fanst tú vit á vørrum hansara!

2
Orðtøkini 14:8 Orðtøkini

Vísdómur hins klóka er, at hann skilir veg sín, men dárskapur dáranna er, at teir dára seg sjálvar.

2
Orðtøkini 14:9 Orðtøkini

Dárar verða spottaðir av sínum egna skyldofri, men vælvild ræður millum rættsint.

2
Orðtøkini 14:16 Orðtøkini

Hin vísi óttast og heldur seg frá illum, men dárin loypur framav og heldur seg vera tryggan.

2
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini

Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.

2
Orðtøkini 18:7 Orðtøkini

Muður dárans er honum sjálvum til vanlukku, og varrar hansara eru sál hansara snerra.

2
Orðtøkini 23:9 Orðtøkini

Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni!

2
Orðtøkini 26:3 Orðtøkini

Koyril til ross, teym til esil, og stav til rygg dárans!

2
Orðtøkini 26:4 Orðtøkini

Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara – verð tú ikki sjálvur honum líkur!

2
Orðtøkini 26:5 Orðtøkini

Svara dáranum eftir dárskapi hansara, so hann verður ikki vísur í egnum eygum!

2
Orðtøkini 26:6 Orðtøkini

Tann, ið sendir boð við dára, høggur føturnar av sær og fær vanlukku at drekka.

2
Orðtøkini 26:7 Orðtøkini

Máttleys hanga bein hins lamna, og so eru orðtøk í munni dárans.

2
Orðtøkini 26:8 Orðtøkini

Sum tann, ið leggur steinin í sleingibandið, er tann, ið veitir dáranum heiður.

2
Orðtøkini 26:9 Orðtøkini

Sum tornagrein í hondini á druknum manni er orðtak í munni dáranna.

2
Orðtøkini 26:10 Orðtøkini

Meistari ger alt sjálvur, men dárin leigar, og leigar hin fyrsta, sum framvið kemur.

2
Orðtøkini 26:11 Orðtøkini

Sum hundurin, ið vendir aftur til spýggju sína, er dárin, ið kemur aftur við dárskapi sínum.

2
Orðtøkini 26:12 Orðtøkini

Sært tú mann, sum er vísur í egnum eygum – meiri vón er um dáran enn um hann!

2
Orðtøkini 26:19 Orðtøkini

er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“

2
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið

Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,

2
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið

ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!

2
Titusarbrævið 3:3 Titusarbrævið

Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.

2
Titusarbrævið 3:4 Titusarbrævið

Men táið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskjuni vórðu opinberað,

2
Titusarbrævið 3:5 Titusarbrævið

frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,

2
Titusarbrævið 3:6 Titusarbrævið

sum Hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, Frelsara okkara,

2
Titusarbrævið 3:7 Titusarbrævið

so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.

2
Titusarbrævið 3:8 Titusarbrævið

Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt.

2
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið

Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.

2
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið

Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,

2
Titusarbrævið 3:11 Titusarbrævið

við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.

2