Daniel-fastan
65 versir um "Daniel-fastan"
Versir
Síða 1 av 2Dániel 10:3 Dániel
leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda.
Dániel 1:8 Dániel
Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt.
Dániel 1:9 Dániel
Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum.
Dániel 1:10 Dániel
Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: „Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi.“
Dániel 1:11 Dániel
Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja:
Dániel 1:12 Dániel
„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
Dániel 1:13 Dániel
So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs – og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!“
Dániel 1:14 Dániel
Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.
Matteus 6:16 Matteus
Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:17 Matteus
Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,
Matteus 6:18 Matteus
fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Dániel 10:1 Dániel
Triðja árið ið Kýrus persarakongur sat við stýrið, kom í opinbering orð til Dániel, sum hevði fingið navnið Beltsazar; hetta orð er satt og boðar stóra trongd. Og hann gav orðinum gætur og aktaði eftir sjónini.
Dániel 10:2 Dániel
Eg, Dániel, hevði tá gingið og syrgt tríggjar vikur;
Dániel 10:4 Dániel
Men tann fjórða og tjúgunda í fyrsta mánaði, sum eg stóð við hina stóru á Hiddekel, á áarbakkanum,
Dániel 10:5 Dániel
var mær hyggjandi upp, og eg fekk at síggja mann, ið stóð har; hann var í línklæðum, og um lendar hansara var bundið belti av gulli úr Ufaz;
Dániel 10:6 Dániel
likam hansara var sum krýsolit, andlit hansara skygdi sum snarljósið, eygu hansara vóru sum eldslogar, armar og bein hansara vóru sum blankt kopar at síggja, og ljóðið av talu hansara var sum óførur duni.
Dániel 10:7 Dániel
Eg, Dániel, var hin einasti, ið sjónina sá; menninir, ið við mær vóru, sóu hana ikki, men stór ræðsla fall á teir, og teir rýmdu og fjaldu seg,
Dániel 10:8 Dániel
so at eg var einsamallur eftir. Og táið eg sá hesa veldigu sjón, misti eg allan mátt, andlit mítt skifti lit og varð líkbleikt, og eingin megi var eftir í mær.
Dániel 10:9 Dániel
So hoyrdi eg ljóðið av talu hansara; og táið eg hoyrdi ljóðið av talu hansara, fall eg sansaleysur fram eftir rommum við andlitinum móti jørðini.
Dániel 10:10 Dániel
Tá føldi eg hond, ið nam við meg; hon hjálpti mær upp, so eg skelvandi lá á knøum og hondum.
Dániel 10:11 Dániel
Og hann segði við meg: „Dániel, tú stórliga elskaði maður! Akta eftir orðunum, ið eg fari at tala við teg, og reis teg upp, tí nú eri eg sendur til tín!“ Táið hann segði hetta við meg, reistist eg skelvandi.
Dániel 10:12 Dániel
So segði hann við meg: „Óttast ikki, Dániel! Frá fyrsta degi tú gavst hjarta títt til at leita eftir at skilja og til at eyðmýkja teg fyri ásjón Guds tíns, eru orð tíni hoyrd, og orð tíni hava gjørt, at eg eri komin.
Dániel 10:13 Dániel
Men høvdingi Persararíkisins stóð mær ímóti ein og tjúgu dagar; men tá kom Mikael, ein hin fremsti høvdingin, mær til hjálpar, so eg varð við yvirlutan har hjá persarakongum.
Dániel 10:14 Dániel
Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum – tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar.“
Dániel 10:15 Dániel
Táið hann segði hetta við meg, boygdi eg andlitið móti jørðini og fekk einki sagt.
Dániel 10:16 Dániel
Men nú nam ein, ið líktist menniskja, við varrar mínar, og eg læt upp munnin og segði so við hann, ið framman fyri meg stóð: „Harri! Henda sjón, ið eg havi sæð, hevur volt, at svárar kvalir eru komnar á meg, so eingin máttur er eftir í mær.
Dániel 10:17 Dániel
Hvussu skal tá tænari harra míns – ein slíkur sum eg – kunna tosa við ein slíkan, sum harri mín er! Í mær er eftir hetta eingin megi, og eingin andi er eftir í mær.“
Dániel 10:18 Dániel
Men uppaftur nam ein, ið líktist menniskja, við meg og styrkti meg, og hann segði: „Óttast ikki, tú stórliga elskaði maður! Friður veri við tær! Ver tú bert hugreystur!“ Og sum hann segði hetta við meg, styrknaði eg og segði: „Tala, harri! Tí tú hevur styrkt meg.“
Dániel 10:19 Dániel
Tá segði hann: „Veitst tú nú, hví eg eri komin til tín? Nú noyðist eg at fara aftur at berjast við høvdingan yvir Persia, og táið eg fari út, kemur høvdingi Grikkalands.
Dániel 10:20 Dániel
Men fyrst skal eg kunngera tær, hvat skrivað er í sannleiksbók. Og ikki so mikið sum ein hjálpir mær móti teimum uttan Mikael, høvdingi tykkara.
Dániel 6:10 Dániel
Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
Dániel 6:11 Dániel
Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerusalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds – júst sum hann hevði gjørt áður.
Dániel 6:12 Dániel
Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann.
Dániel 6:13 Dániel
Tá fóru teir inn fyri kongin og spurdu hann viðvíkjandi kongsforboðnum: „Hevur tú ikki givið forboð um, at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella til nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið?“ Kongurin svaraði: „Tað orð stendur fast eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara!“
Dániel 6:14 Dániel
Teir tóku nú til orða og søgdu, har teir stóðu fyri konginum: „Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, leggur hvørki í teg, kongurin, ella forboðið, ið tú hevur givið – hann heldur bøn tríggjar ferðir um dagin.“
Matteus 4:4 Matteus
Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““
Esaias 58:1 Esaias
Rópa, tað tú ert mentur, spar ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki Mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra!
Esaias 58:2 Esaias
Og Meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir Mínar at vita, sum tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki svikið rætt Guds síns. Tey krevja Meg eftir rættvísum dómum; tey vilja, at Gud skal koma teimum nær:
Esaias 58:3 Esaias
„Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?“ – Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum!
Esaias 58:4 Esaias
Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini.
Esaias 58:5 Esaias
Er hetta føstan, ið Mær líkar – dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku – kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast?
Esaias 58:6 Esaias
Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
Esaias 58:7 Esaias
ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
Esaias 58:8 Esaias
Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
Esaias 58:9 Esaias
Tá skalt tú kalla á HARRAN, og Hann skal svara; tú skalt rópa, og Hann skal siga: „Her eri Eg!“ Táið tú fært hvørt ok burt frá tær, gevur uppat at peika við fingrum* og tosa tað, ið ilt er,
Esaias 58:10 Esaias
og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál – tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.
Esaias 58:11 Esaias
HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
Esaias 58:12 Esaias
Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar, sum hava ligið niðurdotnir mann eftir mann, skalt tú reisa aftur, og tú skalt verða róptur „hann, sum laðar upp í aftur múrskørð,“ og „hann, sum vælir um vegir, so fólk fær búð í landinum.“
Esaias 58:13 Esaias
Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð
Esaias 58:14 Esaias
– tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!