Daniel-fasta

30 versir um "Daniel-fasta"

Versir

Síða 1 av 1
Dániel 1:8 Dániel

Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt.

9
Dániel 1:9 Dániel

Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum.

9
Dániel 1:10 Dániel

Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: „Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi.“

9
Dániel 1:11 Dániel

Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja:

9
Dániel 1:12 Dániel

„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!

9
Dániel 1:13 Dániel

So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs – og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!“

9
Dániel 1:14 Dániel

Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.

9
Dániel 1:15 Dániel

Táið teir tíggju dagarnir vóru gingnir, vísti tað seg, at teir sóu betur út og vóru betur í holdum enn allir dreingirnir, ið høvdu etið av mati kongsins.

9
Dániel 1:16 Dániel

Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti.

9
Dániel 10:2 Dániel

Eg, Dániel, hevði tá gingið og syrgt tríggjar vikur;

8
Dániel 10:3 Dániel

leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda.

8
Matteus 6:16 Matteus

Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

7
Matteus 6:17 Matteus

Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,

7
Matteus 6:18 Matteus

fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

7
Ápostlasøgan 13:2 Ápostlasøgan

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“

5
Ápostlasøgan 13:3 Ápostlasøgan

Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.

5
Ápostlasøgan 14:23 Ápostlasøgan

So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.

5
Ezra 8:21 Ezra

So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini.

4
Ezra 8:22 Ezra

Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: „Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.“

4
Ezra 8:23 Ezra

Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum.

4
Jóel 2:12 Jóel

Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan,

4
Jóel 2:13 Jóel

og skræðið sundur hjarta tykkara – ikki klæði tykkara – ja, vendið við til HARRAN Gud tykkara! Tí Hann er náðigur og miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í miskunn, og Hann angrar hitt illa.

4
Nehemias 1:4 Nehemias

Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.

3
Sálmarnir 69:10 Sálmarnir

Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg.

3
Lukas 4:1 Lukas

Men Jesus kom aftur frá Jordan, fullur av Heilaga Andanum; og Hann varð av Andanum leiddur um í oyðimørkini

3
Lukas 4:2 Lukas

og varð 40 dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra.

3
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!

3
Ester 4:16 Ester

„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“

2
Esaias 58:6 Esaias

Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,

2
Esaias 58:7 Esaias

ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!

2