Dániel
76 versir um "Dániel"
Versir
Síða 1 av 2Dániel 2:20 Dániel
Dániel tók til orða og segði: „Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til;
Dániel 2:21 Dániel
Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
Dániel 2:22 Dániel
Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kennir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið.
Dániel 2:23 Dániel
Tær, Gudi fedra mína, takki og lovi eg, tí Tú hevur givið mær vísdóm og styrki! Og nú hevur Tú kunngjørt mær tað, ið vit bóðu Teg um; tí tað, sum kongur vildi hava at vita, hevur Tú kunngjørt okkum.“
Dániel 1:8 Dániel
Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt.
Dániel 1:9 Dániel
Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum.
Dániel 1:10 Dániel
Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: „Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi.“
Dániel 1:11 Dániel
Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja:
Dániel 1:12 Dániel
„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
Dániel 1:13 Dániel
So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs – og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!“
Dániel 1:14 Dániel
Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.
Dániel 1:15 Dániel
Táið teir tíggju dagarnir vóru gingnir, vísti tað seg, at teir sóu betur út og vóru betur í holdum enn allir dreingirnir, ið høvdu etið av mati kongsins.
Dániel 1:16 Dániel
Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti.
Dániel 1:17 Dániel
Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.
Dániel 1:18 Dániel
Táið tíðin, ið kongurin hevði ásett, var úti, og teir skuldu verða leiddir fram fyri hann, fór hægsti hirðmaðurin inn fyri Nebukadnezar við teimum.
Dániel 1:19 Dániel
Kongurin tosaði við teir, og ikki var millum teir allar ein, ið kundi metast javnt við Dániel, Hananja, Misael og Azarja; teir vórðu tá tænarar kongsins.
Dániel 1:20 Dániel
Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara.
Dániel 7:13 Dániel
Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.
Dániel 7:14 Dániel
Og Honum varð givið vald, heiður og ríki; allar tjóðir og ættir og øll tungumál skulu tæna Honum; vald Hansara er ævigt vald, sum aldri gongur til grundar, og ríki Hansara er ríki, sum ikki verður lagt í oyði.
Dániel 9:2 Dániel
fyrsta árið ið hann sat við stýrið, legði eg, Dániel, í bókunum til merkis áratalið, sum HARRIN hevði talað um við Jeremias profet, at Hann skuldi lata full 70 ár ganga, meðan Jerusalem lá í oyði.
Dániel 9:3 Dániel
Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku.
Dániel 10:12 Dániel
So segði hann við meg: „Óttast ikki, Dániel! Frá fyrsta degi tú gavst hjarta títt til at leita eftir at skilja og til at eyðmýkja teg fyri ásjón Guds tíns, eru orð tíni hoyrd, og orð tíni hava gjørt, at eg eri komin.
Dániel 10:13 Dániel
Men høvdingi Persararíkisins stóð mær ímóti ein og tjúgu dagar; men tá kom Mikael, ein hin fremsti høvdingin, mær til hjálpar, so eg varð við yvirlutan har hjá persarakongum.
Dániel 10:14 Dániel
Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum – tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar.“
Dániel 12:1 Dániel
„Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.
Dániel 12:2 Dániel
Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
Dániel 12:3 Dániel
Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir.
Ezekiel 14:14 Ezekiel
– um tá hesir tríggir menn: Nóa, Dániel og Job, vóru har í landinum, skuldu teir við rættvísi síni eina fingið bjargað sínum egna lívi – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 28:3 Ezekiel
– jú, tú ert vísari enn Dániel, eingin loyndardómur er tær duldur;
Dániel 1:1 Dániel
Triðja árið ið Jójakim judakongur sat við stýrið, kom Nebukadnezar kongur í Bábel móti Jerusalem og kringsetti tað.
Dániel 1:2 Dániel
Og HARRIN gav Jójakim judakong í hendur hansara, somuleiðis nakað av íløtunum í húsi Guds, og hann flutti tey til Sinearsland, til hús guds síns – hann læt íløtini seta inn í skattkamar guds síns.
Dániel 1:3 Dániel
Kongurin segði við Aspenaz, hægsta hirðmann sín, at hann skuldi taka nakrar Ísraelsmenn, bæði av kongaættini og av høvdingaættunum,
Dániel 1:4 Dániel
ungar dreingir, sum einki lýti høvdu og vóru vakrir av útsjónd, sum vóru næmir, so teir kundu læra alskyns vísdóm, vinna kunnskap og gerast kønir í vitskapi, og sum dugdu til tænarar í kongshøllini; teir skuldi hann lata upplæra í bókmentum og tungumáli Kaldeara.
Dániel 1:5 Dániel
Kongurin ásetti, hvat teir skuldu hava um dagin av hansara egna mati og av víninum, ið hann drakk, og hann beyð, at teir skuldu verða upplærdir í trý ár; táið so hesi ár vóru gingin, skuldu teir verða tænarar kongsins.
Dániel 1:6 Dániel
Millum teirra vóru av Judamonnum Dániel, Hananja, Misael og Azarja.
Dániel 1:7 Dániel
Men hægsti hirðmaðurin gav teimum nýggj nøvn; Dániel kallaði hann Beltsazar, Hananja Sadrak, Misael Mesak, og Azarja Abed-Nego.
Dániel 1:21 Dániel
Dániel varð tá har, líka til fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið.
Dániel 4:34 Dániel
Men táið tíðin var gingin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygunum móti Himli og fekk vit mítt aftur, og eg lovaði hinum Hægsta og prísaði Honum og ærdi Hann, sum livir í allar ævir; tí harradømi Hansara er ævigt harradømi, og ríki Hansara varir mann eftir mann.
Dániel 4:35 Dániel
Øll tey, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at rokna, og bæði við her himmalsins og við tey, sum á jørðini búgva, ger Hann, sum Hann vil; eingin er, sum er mentur at forða Honum og siga við Hann: „Hvat gert tú!“
Dániel 4:36 Dániel
Samstundis fekk eg tá vit mítt aftur, og eg fekk eisini tign og dýrd mína aftur, ríki mínum til heiður; ráðharrar og stórmenn mínir leitaðu meg upp, og eg varð innaftur settur í kongadømi mítt og fekk enn størri vald enn áður.
Dániel 4:37 Dániel
Nú prísi eg, Nebukadnezar, kongi Himmalsins, seti Hann høgt og æri Hann; tí øll verk Hansara eru sannleiki, og gøtur Hansara rættvísi; tann, sum livir í hugmóði, er Hann mentur at eyðmýkja.
Dániel 6:10 Dániel
Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
Dániel 6:11 Dániel
Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerusalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds – júst sum hann hevði gjørt áður.
Dániel 6:12 Dániel
Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann.
Dániel 6:13 Dániel
Tá fóru teir inn fyri kongin og spurdu hann viðvíkjandi kongsforboðnum: „Hevur tú ikki givið forboð um, at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella til nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið?“ Kongurin svaraði: „Tað orð stendur fast eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara!“
Dániel 6:14 Dániel
Teir tóku nú til orða og søgdu, har teir stóðu fyri konginum: „Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, leggur hvørki í teg, kongurin, ella forboðið, ið tú hevur givið – hann heldur bøn tríggjar ferðir um dagin.“
Dániel 6:15 Dániel
Táið kongurin hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga tungur og fór at hugsa um, hvussu hann skuldi frelsa Dániel; líka til sólin gekk niður, royndi hann at finna útveg at hjálpa honum.
Dániel 6:16 Dániel
Men hesir menn tustu til kongin og søgdu við hann: „Tú veitst, kongurin, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki forboð og eingin lóg, sum kongurin gevur, kann takast aftur!“
Dániel 6:17 Dániel
So gav kongurin tað boð, at teir skuldu fara eftir Dániel og kasta hann í leyvubølið. Men kongurin tók til orða og segði við Dániel: „Gud tín, Hann, sum tú dýrkar enn sum áður, Hann frelsi teg!“
Dániel 6:18 Dániel
Teir komu nú við stórum steini og løgdu hann fyri munna bølisins, og kongurin innsiglaði hann við innsigli sínum og stórmanna sína, so einki skuldi kunna broytast í tí, sum gjørt var við Dániel.