Damaskus
64 versir um "Damaskus"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 22:6 Ápostlasøgan
Men meðan eg var á veg og var komin nær til Damaskus, lýsti knappliga um middagin sterkt ljós av himli rundan um meg.
Ápostlasøgan 22:7 Ápostlasøgan
Eg fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við meg: „Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?“
Ápostlasøgan 22:8 Ápostlasøgan
Eg svaraði: „Hvør ert Tú, Harri?“ Hann segði við meg: „Eg eri Jesus úr Nazaret, Hann, sum tú søkir at.“
Ápostlasøgan 22:9 Ápostlasøgan
– Teir, ið við mær vóru, sóu ljósið, men hoyrdu ikki rødd Hansara, sum talaði við meg.
Ápostlasøgan 22:10 Ápostlasøgan
Eg segði tá: „Hvat skal eg gera, Harri?“ Harrin svaraði mær: „Reis teg og far inn í Damaskus! Har skal verða talað til tín um alt, ið tær er ætlað at gera.“
Ápostlasøgan 22:11 Ápostlasøgan
Men við tað at eg hevði mist sjónina av skini ljósins, tóku teir, sum við mær vóru, í hond mína og leiddu meg, og soleiðis kom eg inn í Damaskus.
Ápostlasøgan 22:12 Ápostlasøgan
Ein, ið æt Ánanias, maður, ið óttaðist Gud eftir lógini og hevði góðan vitnisburð frá øllum Jødum, ið har búðu,
Ápostlasøgan 22:13 Ápostlasøgan
kom nú til mín, steig fram fyri meg og segði: „Saul, bróðir, hygg upp!“ Í somu stund hugdi eg upp á hann.
Ápostlasøgan 22:14 Ápostlasøgan
Tá segði hann: „Gud fedra okkara hevur útvalt teg at kenna vilja Sín og síggja hin Rættvísa og hoyra røddina av munni Hansara.
Ápostlasøgan 22:15 Ápostlasøgan
Tí tú skalt vera Honum vitni fyri øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt.
Ápostlasøgan 22:16 Ápostlasøgan
Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!“
Seinna Korintbrævið 11:32 Seinna Korintbrævið
Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg;
Seinna Korintbrævið 11:33 Seinna Korintbrævið
og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara.
Galatiabrævið 1:17 Galatiabrævið
fór heldur ikki niðan til Jerusalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus.