Damaskus

64 versir um "Damaskus"

Versir

Síða 1 av 2
Esaias 17:1 Esaias

Spádómur um Damaskus. Damaskus skal ikki longur vera býur, tað skal verða grótrúgva.

7
Jeremias 49:23 Jeremias

Um Damaskus. Hamat og Arpad eru vorðin til skammar, tí tey hava hoyrt ring tíðindi – tey ganga undir av angist. – Í havinum er ófriður; tað fær ikki verið stilt.

4
Jeremias 49:24 Jeremias

Damaskus er mótfallið; tað vendir sær til at flýggja; ræðsla hevur gripið tað; angist og verkir hava gripið tað, sum kvinnuna, ið hevur fingið ilt.

4
Jeremias 49:25 Jeremias

Hví lótu teir hann ikki vera, hin lovprísaða staðin, gleðibý mín?

4
Jeremias 49:26 Jeremias

Tí skulu hinir ungu menn tess falla á gøtum tess, og allir hermenninir skulu umkomast tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna.

4
Jeremias 49:27 Jeremias

Eg skal seta eld á múr Damaskus; hann skal oyða hallir Benhadads.

4
Fyrsta Mósebók 14:15 Fyrsta Mósebók

Har býtti hann menn sínar sundur, leyp um náttina á teir, hann og menn hansara, og vann teir, og elti teir síðani líka til Hoba, norðan fyri Damaskus.

3
Fyrra Kongabók 11:24 Fyrra Kongabók

Hann savnaði menn um seg og gjørdist høvdingi yvir einum ránsflokki, ta ferðina ið Dávid drap teir;* og teir** fóru til Damaskus og settust niður har og gjørdu seg til harrar í Damaskus.

3
Seinna Kongabók 16:9 Seinna Kongabók

Kongurin í Assýria gjørdi tá, sum hann bað hann; hann fór ímóti Damaskus, tók tað, flutti fólkið burtur til Kir og drap Rezin.

3
Esaias 7:8 Esaias

Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um 65 ár skal Efra’im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur.

3
Esaias 17:2 Esaias

Býirnir í Aroer verða fólkatómir; teir verða fylgjum til beiti; tey leggjast har og verða ikki rikin burt.

3
Esaias 17:3 Esaias

Endi skal vera á verju Efra’ims, á kongadømi Damaskus og á tí, ið eftir er av Áram; ganga skal við teimum sum við dýrd sona Ísraels – sigur HARRIN Gud herskaranna.

3
Esaias 17:4 Esaias

Tann dag skal dýrd Jákups hava lítið at týða, holdini á kroppi hansara skulu tærast burtur.

3
Esaias 17:5 Esaias

Ganga skal, sum táið tann, ið sker akur, tekur um stráini og við armi sínum kvettir øksini av; ganga skal, sum táið øksini verða sankað í Refa’imsdali.

3
Esaias 17:6 Esaias

Einki skal verða eftir har uttan seinnaheyst – sum táið berini verða sligin niður av oljutrænum – tvey, trý ber ovast í toppinum, fýra, fimm á greinum frukttræsins – sigur HARRIN Gud Ísraels.

3
Esaias 17:7 Esaias

Tann dag skulu menniskjuni leita eftir skapara sínum, og eygu teirra skulu hyggja upp til hin Heilaga í Ísrael;

3
Esaias 17:8 Esaias

tá skulu tey ikki venda eygum sínum til altarini, ið hendur teirra hava reist, og ikki hyggja á tað, ið fingrar teirra hava fingið í lag, tað veri Asjerur ella sólstólpar.

3
Esaias 17:9 Esaias

Tann dag skulu hinir víggirdu býir Ísraels verða sum oyðitoftirnar í skógunum og á hæddunum, sum farið varð úr undan Ísraelsmonnum – og landið skal verða til oyðimørk.

3
Esaias 17:10 Esaias

Tí tú gloymdi Gud frelsu tínar og mintist ikki skýlisklett tín; tí plantar tú yndisligar urtagarðar og setur fremmandar kvistar í teir.

3
Esaias 17:11 Esaias

Sama dag sum tú plantar, setur tú garð rundanum, og hvønn morgun fært tú tað, ið tú hevur plantað, at blóma – men einki er at heysta heimsøkingardagin, táið pínan verður ógrøðandi.

3
Esaias 17:12 Esaias

Hoyr gnýið frá mongum tjóðum, tær brúsa sum havið! Hoyr dun tjóðflokkanna, teir dynja sum veldig vøtn!

3
Esaias 17:13 Esaias

Ja, tað dynur av fólkasløgum, sum mong vøtn dynja; men Hann hóttir at teimum, og tey flýggja langt burtur, fúka sum dumba á fjøllum fyri vindinum, sum dustskýggj fyri storminum.

3
Esaias 17:14 Esaias

Um kvøldið, ja, tá kemur ræðsla; áðrenn lýsir av morgni, eru teir ikki til longur. So gongur teimum, sum røva frá okkum; hetta er lutur teirra, ið okkum ræna.

3
Amos 1:3 Amos

So sigur HARRIN: Aftur fyri at Damaskus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni –

3
Amos 1:4 Amos

nei, Eg skal senda eld móti húsi Hazaels, og hann skal oyða hallir Benhadads;

3
Amos 1:5 Amos

Eg skal sora sundur porturslá Damaskus og oyða tey, sum í Avensdali búgva, og tann, sum ber kongastavin í Bet-Eden; og Áramearar skulu verða herleiddir til Kir – sigur HARRIN.

3
Zakarias 9:1 Zakarias

Hesin spádómur er orð HARRANS móti Hadrakslandi; eisini í Damaskus skal hann sláa niður – tí HARRIN hevur eyguni eftir menniskjunum og eftir øllum ættum Ísraels.

3
Ápostlasøgan 9:1 Ápostlasøgan

Men Saul froysti við sama lagi hóttur og morð móti lærisveinum Harrans. Hann fór til høvuðsprestin

3
Ápostlasøgan 9:2 Ápostlasøgan

og bað hann um brøv til Damaskus, til sýnagogurnar har, fyri at, um hann fann nøkur, menn ella kvinnur, sum hoyrdu til vegin*, hann tá kundi føra tey bundin til Jerusalem.

3
Ápostlasøgan 9:3 Ápostlasøgan

Men meðan hann var á veg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann,

3
Ápostlasøgan 9:4 Ápostlasøgan

og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: „Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?“

3
Ápostlasøgan 9:5 Ápostlasøgan

Tá segði hann: „Hvør ert Tú, Harri?“ Hann svaraði: „Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at.

3
Ápostlasøgan 9:6 Ápostlasøgan

Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!“

3
Ápostlasøgan 9:7 Ápostlasøgan

Menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir, tí teir hoyrdu víst røddina, men sóu ongan.

3
Ápostlasøgan 9:8 Ápostlasøgan

Saul reistist nú upp av jørðini; men táið hann læt upp eyguni, sá hann einki. Teir tóku tá í hond hansara og leiddu hann inn í Damaskus.

3
Ápostlasøgan 9:9 Ápostlasøgan

Og tríggjar dagar var hann uttan sjón og hvørki át ella drakk.

3
Ápostlasøgan 9:10 Ápostlasøgan

Í Damaskus var lærisveinur, ið æt Ánanias. Við hann segði Harrin í sjón: „Ánanias!“ Hann svaraði: „Her eri eg, Harri!“

3
Ápostlasøgan 9:11 Ápostlasøgan

Harrin segði við hann: „Reis teg, far í gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsi Judasar eftir einum, ið eitur Saul, úr Tarsus – tí hann biður!

3
Ápostlasøgan 9:12 Ápostlasøgan

Hann hevur í sjón sæð mann, ið eitur Ánanias, koma inn og leggja hendurnar á seg, fyri at hann skuldi fáa sjón sína aftur.“

3
Ápostlasøgan 9:13 Ápostlasøgan

Tá svaraði Ánanias: „Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt hinum heilagu Tínum í Jerusalem!

3
Ápostlasøgan 9:14 Ápostlasøgan

Og her hevur hann vald frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn Títt.“

3
Ápostlasøgan 9:15 Ápostlasøgan

Men Harrin segði við hann: „Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn.

3
Ápostlasøgan 9:16 Ápostlasøgan

Tí Eg skal vísa honum, hvussu nógv hann skal líða fyri navns Míns skuld.“

3
Ápostlasøgan 9:17 Ápostlasøgan

Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.“

3
Ápostlasøgan 9:18 Ápostlasøgan

Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.

3
Ápostlasøgan 9:19 Ápostlasøgan

So fekk hann sær at eta og styrknaði. Hann varð nú nakrar dagar hjá lærisveinunum í Damaskus.

3
Seinna Sámuelsbók 8:5 Seinna Sámuelsbók

Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadadezer kongi í Zoba, men Dávid feldi 22000 av teimum.

2
Seinna Sámuelsbók 8:6 Seinna Sámuelsbók

Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.

2
Seinna Kongabók 14:28 Seinna Kongabók

Tað, ið annars er at siga um Jeroboam, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, hvussu hann bardist, og hvussu hann vann aftur undir Ísrael tann partin av Damaskus og Hamat, sum Juda áður hevði átt, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels.

2
Ápostlasøgan 22:5 Ápostlasøgan

sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann vitna um meg; frá teimum fekk eg enntá brøv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar til eisini at føra tey, ið har vóru, bundin til Jerusalem, so tey kundu verða revsað.

2