dagligt kristið lív
31 versir um "dagligt kristið lív"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Verið altíð glaðir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Matteus 6:34 Matteus
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“
Lukas 9:23 Lukas
Og Hann segði við allar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Rómverjabrævið 8:8 Rómverjabrævið
og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Efesusbrævið 4:1 Efesusbrævið
Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið
og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:
Efesusbrævið 5:1 Efesusbrævið
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið
Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið
og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!